Fyrst til Vágs og síðani til Skotlands

Hetta vikuskiftið er tiltakið, "Nordisk Kystkultur" í Vági og í tí sambandi fer eisini stórt bátafylgi at stevna til Vágs at vera við í tiltakinum.

 

Eitt av skipunum, sum fer til Vágs í hesum sambandi, er træskipið, Dragin, sum tey í Klaksvík hava varðveitt. Klokkan 14 í dag loysir Dragin sostatt frá Varpabrúnni og siglir til Tórshavn til Føroya Regatta.

 

Tey gomlu føroysku træseglskipini, og gamlir motorbátar, møtast við Hoyvíkshólm klokkan 17 í dag og tá verða eisini nøkur útlendsk skip við í fylginum.

 

Klokkan 18 siglir allur flotin inn til Mullers brúgv og í tí sambandi verða ymisk tiltøk í um í Skeiva pakkhúsi og Mullers pakkhúsi um kvøldið

 

Klokkan 10 í morgin árini sigla skipini suður til Vágs, har lagt verður at bryggju klokkan 19.

Tá verður stevnan Nordisk Kystkultur sett og skipað verður fyri nógvum tiltøkun fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin.

 

Tá stevnan er liðug setir Dragin kós longur suðureftir, tí tá fer hann nevniliga til Hetlands og síðani niður til Wick í Skotlandi.

 

Túrurin varar í 10 dagar og 10 mans eru við, siga tey í tíðindaskrivi í morgun.