Fótbóltur
FCK og Brøndby hava bæði roynt seg, og tað hevði AaB eisini gjørt á einum sinni áður.
Men javnleikurin í gjárkvøldið á útivølli móti Celtic var fyrsta ferðin, at eitt danskt felag hevur vunnið sær stig á útivølli í bólkaspælinum í Champions League.
Og sum heild var úrslitið so hampuliga rættvíst. Celtic átti heilt greitt størsta møguleikan í dystinum, men Barry Robson megnaði ikki at umseta brotsspark til mál. Eisini hevði Karim Zaza nakrar aðrar framúr bjargingar, men danska liðið beit so sanniliga eisini frá sær. Og talan var um fleiri kontramøguleikar, sum áttu at givið úrtøku, um neyvleikin var bara eitt vet størri.
Men tað endaði málleyst, og tað kundu fyrst og fremst gestirnir vera sera væl nøgdir. Heimaáskoðararnir góvu sína ónøgd til kennar mótvegis Gordon Strachan og hansara monnum. Og fyri Chelsea gjørdist úrslitið ikki betri av, at talan eisini gjørdist um málleysan javnleik á Old Trafford millum Manchester United og Villarreal. Roknað verður við, at tað fyrst og fremst verða Villarreal og Celtic, sum skulu stríðast um at koma víðari saman við favorittunum úr Manchester United.