Fyrsta fakliga kjakið um Gud

Leygardagin verður ráðstevna um religion og religiónskritikk. Talan er um fyrstu ráðstevnuna av sínum slagi í Føroyum. Tað eru Heini í Skorini og Janus á Ryggi, sum eru stigtakarar til ráðstevnuna, har fýra høvuðsspurningar mynda dagsskránna.

Er Gud til? Hevði Darwin rætt? Kann politikkur byggja á trúgv? Kann kristindómurin vera skaðiligur?

Ráðstevnan verður hildin fyri at fáa eitt fakligt kjak um religion. Summi halda, at Gud er ein objektivur sannleiki, sum er grundarlagið undir øllum. Onnur halda, at Gud er ein myta, sum als ikki kann góðtakast sum svar uppá lívsins stóru spurningar.

Ein stórur hópur av føroyingum finnast tó ímillum hesar báðar sannførdu pólarnar. Ein bólkur av ivandi fólkum, sum eru opin fyri góðum og sannførandi argumentum um hetta eyma og aktuella evnið, sum fyllir nógv í føroyska samfelagnum.

- Tiltakið komandi vikuskiftið er bæði fyri trúgvandi, vantrúgvin og ivandi. Vit vilja skapa eitt innlit í tær grundgevingar, sum ymsu bólkarnir føra fram. Vit vilja skapa innlit í bakgrundina fyri átrúnaðarligum ósemjum og geva fólki ein møguleika at skilja partarnar eitt sindur betri, greiðir Heini í Skorini, annar av fyriskiparunum frá.

Hin fyrireikarin er Janus á Ryggi. Hann heldur, at vit hava tørv á einum slíkum tiltaki, sum kann geva áhugaðum eitt høvi at hoyra argumentini fyri og ímóti – og í heila tikið at hoyra eitt kvalifiserað kjak um ymiskar átrúnaðarligar stríðsspurningar.

- Kjakini um átrúnað eru elligomul, men tey eru framvegis aktuell, serliga í Føroyum, tí her hevur Kristindómurin stóra ávirkan á samfelagið og politikkin. Men tað er sjáldan, at vit hoyra nakað veruligt kjak um sjónarmiðini, heldur Janus.

- Ofta grava fólk seg niður í skotgravir, og religiónin verður í høvuðsheitum viðgjørd, tá hon verður tvinnað saman við politiskum málum, til dømis rættindum hjá samkyndum, rúsdrekkapolitikki og øðrum. Og tá er kjakið sum oftast á einum sera lágum, ófakligum og anti-filosofiskum støði. Ráðstevnan er ein roynd at fara í dýpdina og kanna, hvat grundarlagið er fyri ymsu sjónarmiðunum, sigur Heini.

Ráðstevnan, sum hevur fingið heitið Er Gud deyður?, verður í Norðurlandahúsinum leygardagin, og tey átta, sum skulu svara hesum spurningi, eru hesi:

Rói Patursson, heimspekingur

Símun Absalonsen, cand. merc. og viðmerkjari

Hans Andrias Sølvará, cand. mag. í søgu og heimspeki

Heðin Lamhauge, fiskivinnufrøðingur

Hanus Kamban, rithøvundur

Rúni Rasmussen, stjórnmálafrøðingur

Ása Johannesen, lívfrøðingur, Ph.D. lesandi og limur í Gudloysi

Jákup Reinert Hansen, prestur og Ph.D. í gudfrøði