Fyrsta feiimaskinan kom í 1968

Í Dagblaðnum 18. desember 1968 stóð ein lýsing frá Tórshavnar Býráð, har teir søgdu frá at nú var fyrsta takið tikið. Havnin hevði fingið eina sópimaskinu til gøturnar

Dagblaðið 18. desember 1968

Nýtt amboð í Havnar gøtum

"Hoyr um annan - hygg um teg sjálvan" er orðatak, sum er frammi í hesum døgum.
Mangt hevur verið skrivað og ikki minni sagt um, hvussu Havnin - høvuðsstaðurin - er vorðin - og kemur at vera vorðin.
Serliga hevur verið sett inn á býráðið, at tað ikki hevur røkt skyldur sínar.
Her skal ikki varða lagt upp til tjak um evnið, men tvørturímóti verða sagt frá, at vit væl síggja at mangt kundi verið øðrvísi. Her verður serliga hugsað um býar-reinføri yvirhøvur, og vit síggja, at fyrr enn býráðið sjálvt roynir at gera sítt, ber ikki til at leggja krav á einstaklingar.
Fyrsta takið er so tikið. Havnin hevur fingið sópimaskinu til gøturnar, og við hesi byrjan fara vit at arbeiða fram ímóti tí at "Havnin skal skína".
... og eydnast hetta býráði og borgarunum í felag (vanliga eru hesi ikki tveir partar, men ein heild) eru í hvussu er tvinnir lutir vunnir.
Vakurleikin kann frøa okkum sjálvi og ikki minst í hesi turistøld - óbeinleiðis skapa býnum og harvið borgarunum fíggjarligan vinning, í tí at Havnin tá verður upp aftur tokkaligari enn hon er.

Tórshavnar Býráð



Verro-City sópimaskinan arbeiðir eftir Verro prinsippinum, t.v.s. at sópingin er luftdrivin (pneumatisk). Hon sópar 2,5 - 12 km um tíman, ella upp til 20.000 fermetrar um tíman. Samlaða vegalongdin i Havn er ca. 50 km, hetta svarar til ca. 200.000 fermetrar. Roknast kann við, at sópimaskinan røkkur um allan býin tvær ferðir um vikuna.