Fyrsta Fish & Chips matstovan í Havn

Fyrstu "Fish & Chips" matstovuna í Havn læt Johan Petur Nielsen (1914-1973) upp í 1940. Johan Petur Nielsen var føddur á Eiði.

Fyrstu árini helt hann til í húsunum hjá Karl Johan Mikkelsen í Villumsgøtu, og í 1942 flutti hann oman í Tróndargøtu. Í 1944 gavst Johan Petur við hesum virksemi. Seinni flutti hann til Danmarkar at búgva.

"Fish &Chips" matstovan í Tróndargøtu var í húsunum, har pílurin vísir (uttast til vinstru). Seinni keypti Martin Andreasen húsini, og vórðu tey flutt niðan á Konmansmýri. Adressan er í dag Mýrisnípuvegur 13. Hinumegin vegin sæst bakarakringlan hjá Køkubúðini v. Andreas Jacobsen.

Innsettu myndirnar: Húsini í Villumsgøtu (tey sum pílurin vísur á. Myndin tikin frá Varðagøtu). Johan Petur Nielsen (1914-1973).

Um hetta mundið læt Henry Olesen eisini upp eina fish & chips matstovu í D.R. Jacobsensgøtu. Talan var um "Restaurant V" (Victory), so Havnin var væl fyri við fish & chips matstovum undir krígnum.


Myndaeigarar:

Høvuðsmyndin: Edle Bjørk
Húsini í Villumsgøtu: Føroya Fornminnissavn
Myndin av Johan Petur Nielsen: Kathrina Mikkelsen