- Tá eg í næstum fari frá sum forkvinna, er tað við takksemi og stórum áliti á, at B36 er í góðum hondum og fer at halda fram at menna seg og standa sterkt, bæði ítróttaliga og sum felagsskapur.

Fyrsta forkvinnan í B36 takkar fyri seg 

Marita Debess Magnussen gevst í næstum í leiklutinum sum forkvinna í B36

- Tá eg í næstum fari frá sum forkvinna, er tað við takksemi og stórum áliti á, at B36 er í góðum hondum og fer at halda fram at menna seg og standa sterkt, bæði ítróttaliga og sum felagsskapur.

Eftir aðalfundin í síðstu viku skipaði nevndin í B36 seg við Maritu Debess Magnussen sum forkvinnu, men hon hevur síðan fingið boðið starvið sum aðalskrivari í ÍSF, ið hon hevur tikið av.

 

- Tað krevur, at hon sigur sessin sum forkvinna í B36 frá sær.

 

Soleiðis skrivar B36 á sínum Facebook-vanga í kvøld.

 

- Eg fari at takka fyri tey góðu árini, eg havi havt sum forkvinna í B36. Tað hevur verið ein stór æra og gleði at vera partur av einum so sterkum og livandi felagsskapi, sigur hon.

Marita Debess Magnussen tók í februar 2023 við sum fyrsta forkvinnan í B36 nakrantíð. Hesi trý árini hevur hon lagt sera stóra orku í uppgávuna.

 

- Eitt av mongu sjónligu úrslitunum er, at bygnaðurin í felagnum er styrktur munandi, og sum fótbóltsfelag er B36 í góðari støðu.

 

Á Facebook-vanganum verður víst á, at B36 er nógv meira enn úrslit á vøllinum.

 

- Hetta er felagsskapur, eldhugi, og fólk, sum hvønn dag leggja sítt hjarta í felagið. Tað havi eg havt ta stóru gleðina at uppliva og arbeiða saman við, sigur hon.

Marita Debess Magnussen leggur ikki frá sær beinanvegin, men riggar av so hvørt, meðan felagið og nevndin eru farin í eina tilgongd at finna nýtt forfólk.

- Tá eg í næstum fari frá sum forkvinna, so er tað við takksemi og stórum áliti á, at B36 er í góðum hondum og fer at halda fram við at menna seg og standa sterkt, bæði ítróttaliga og sum felagsskapur.

 

Og hennara heilsan til felagið er:

 

- Hjartans tøkk til øll, nevnd, venjarar, sjálvboðin, viðhaldsfólk, leikarar, foreldur og stuðlar fyri gott samstarv og álit, og ikki minst fyri allar tær góðu løturnar. B36 hevur eitt serligt pláss hjá mær, og tað fer tað altíð at hava, sigur hon.

 

Í B36 ynskja tey Maritu hjartaliga til lukku við álitisstarvinum sum aðalskrivari í ÍSF, og tey takka henni hjartaliga fyri tað stóra og virðismikla sjálvbodnað arbeiðið, sum hon hevur staðið á odda fyri hesi árini.

 

Marita Debess Magnussen byrjar í nýggja starvinum sum aðalskrivari hjá ÍSF hin 1. mai.

 

 

 

- Tá eg í næstum fari frá sum forkvinna, er tað við takksemi og stórum áliti á, at B36 er í góðum hondum og fer at halda fram at menna seg og standa sterkt, bæði ítróttaliga og sum felagsskapur.