Fyrsta oktobervalið

Fyri fyrstu ferð – í øllum førum síðani vit fingu floksbýti á tingi í 1906, skulu føroyingar velja til løgtingið í oktobermánaði. Tey flestu munnu uppfata november sum valmánaðin, og ikki minst 8. og 7. november.

Løgtingsval hava verið hildin 15 ferðir í november. Og øll løgtingsvalini frá 1945 til 1990 vórðu hildin í november.

Annars hava sjey løgtingsval verið í januar, fimm í februar, trý hava verið í apríl, tvey í juli og eitt í august.

Valini síðani 1906 fram til valið komandi hava verið hesar dagar:

2011: 29. oktober
2008: 19. januar
2004: 20. januar
2002: 30. apríl
1998: 30. apríl
1994: 7. juli
1990: 17. november
1988: 8. november
1984: 8. november
1980: 8. november
1978: 7. november
1974: 7. november
1970: 7. november
1966: 8. november
1962: 8. november
1958: 8. november
1954: 8. november
1950: 8. november
1946: 8. november
1945: 6. november
1943: 24. august
1940: 30. januar
1936: 28. januar
1932: 19. januar
1928: 23. januar
1924: 22. januar
1920: 10. november
1918: 24. apríl
1916: 28. februar
1914: 2. februar
1912: 2. februar
1910: 12. februar
1908: 2. februar
1906: 18. juli