Tað fyrsta tiltakið hjá konsertfelagnum Orfeusi í vetur verður í Norðurlandahúsinum í dag, mikudagin 9. oktober klokkan 19.30, við sangarinnuni Maria Malmsten Steinkopf og gittarleikaranum Einar Steinkopf. Tilsamans seks Orfes konsertir verða hetta skeiðið.
Hetta eru fjølbroytt norsk tónlistarfólk, sum í vetur fara at starvast í Føroyum. Tey hava tikið útbúgving á Grieg-akademiinum í Bergen, har tey umframt høvuðsgreinir sínar lósu tónleikanámsfrøði. Maria og Einar hava starvað saman regluliga í 14 ár.
Maria Malmsten Steinkopf er messosopran. Seinastu árini hevur hon burturav virkað sum freelance-tónleikari. Hon hevur annars royndir sum lærari og kórleiðari. M.a. hevur hon saman við savnspedagoginum Tutta Laukholm gjørt og framført fleiri søguligar leiksýningar.
Einar Steinkopf er virkin bæði sum einleikari og sum kamartónleikari. Harumframt hevur hann útsett og umskrivað nógvan tónleik fyri rødd og gittar.
Ár 2000 kom út fløgan »Maria og de to andre«, ein verkætlan í samstarvi við yrkjaran Truls Horvei.
Skráin hjá teimum í oktober fevnir um klassisk løg fyri rødd og gittara, renessansutónleik fyri sang og lutt, sologittarverk og norskan og svenskan fólkatónleik, sum Einar hevur lagt til rættis.
Maria Malmsten Steinkopf og Einar Steinkopf verða at hoyra í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 9. oktober kl. 19.30 og sunnudagin 27. oktober klokkan 15 verða tey í Stóra Pakkhúsi í Vági.