Fyrsta steypið er latið á Fótbóltsgalla 2018, sum er í Reinsarínum í Havn í kvøld. Hetta er eitt tiltak, sum Miðlahúsið og FM1 í samstarvi við FSF skipa fyri.
Í grundini vóru tvey steyp latin í somu syftu. Orsøkin var tann, at Fair Play-heiðurin skuldi latast, og at tvey lið vóru púra jøvn í hesi kappingini.
Tað vóru B36 og KÍ, sum skikkaðu sær best í Betrideildini hjá monnum. Odmar Færø og Jóannes K. Danielsen vóru uppi á pallinum eftir steypunum.
Jóannes K. Danielsen var ovfarin av, at KÍ vann Fair Play-steypið.
- Vit hava jú Jákup Andreassen á liðnum, segði hann skemtandi.