Annars er myndin rættuliga áhugaverd. Yvir av typuhúsinum í Dr. Jacobsensgøtu standa eini hús og ein húsagrund, og við síðuna av teimum eru húsini hjá Skraddar Debes, seinni Talvhúsið. Tey húsini vórðu tikin niður, tá Keypssamtøkan varð útbygd.
Eisini sæst Sjómansheimið, ið er munnadi minni enn tað er í dag. Fyrsta byggistig av Sjómansheiminum varð tikið í brúk 13. mai 1923, og kostaði tað 104.000,- krónur at byggja. Seinna byggistig varð bygt, har sum "fysikushúsini" stóðu í Mylnugøtu. Tann parturin varð tikið í brúk í 1952. Vit síggja eisini húsini, har matstovan Perlan helt til í fleiri ár.
Á Eystaru Bryggju sæst múrsteinsbygningurin hjá Balslev & Co, bygningurin hjá Skipafelagnum Føroyar og gamla Havnarskrivstovan, sum um hetta mundið vóru nýggir bygningar. Á Skansanum síggjast eini hús, har danska embætisveldið helt til. Í 1939 flutti veðurstøðin inn har. Ovari partur av húsunum varð seinni tikin niður, men grundin stendur har enn, og eru tað hølini, har Havnar Hornorkestur venur.
Á Vaglinum við gamla kommunuskúlagarð, í eini barakk, har sum Fish & Chips er í dag, sæst eitt sjáldsamt avrundað vindeyga, sum er úr Ásbjarnarstovu. Ásbjarnarstova bleiv eisini rópt Áspustova ella Oyspustova . Húsini stóðu "undir Hjallara" har sum Sjóvinnubankin var, og tryggingarfelagið Trygd heldur til í dag. Tað sigst at hetta vindeyga er til enn og stendur í onkrum kjallara.
Á økinum fremst á myndini er í dag J. Paturssonargøta og nýggja almenna "grøna" parkeringsplássið, sum herfyri varð tikið í brúk.
Um onkur av lesarum okkara hevur okkurt at viðmerkja í samband við
hesa myndina, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon: 314647 / 273168.
Myndaeigari: Føroya Fornminnissavn