Fyrsta umfar av Skúlafótbólti var í dag

Um 1700 næmingar hava higartil teknað seg til luttøku í Skulafótbólti.

Í dag var fyrsta umfar í skúlafótbóltskappingini Skúlafótbóltur. Í dag kappaðust eldri næmingar vesturi á Eiðinum í Vági.

 

Tilsamans umleið 350 ungdómar í 8., 9., 10. og miðnáms og háskúlaaldri.

 

Higartil hava umleið 1.700 næmingar teknað til Skúlafótbólt 2021.

 

Skúlafótbóltur er kapping, ið stig varð tikið til fyri nøkrum árum síðani. Tað var, tá marghøllin var komin í Vági. Næmingar úr øllum Føroyum hittast í Vági at kappast í skúlafótbólti, og kappingin er fyri næmingar í øllum flokkum í føroysku skúlunum.