Fyrsta uppgávan verður at finna ein bústað

John Rajani er í løtuni á fyrstu ferðini til Ísraels sum sendiharri har

Fyrsta uppgávan hjá John Rajani, sendimanni í Ísrael, er at finna okkurt at búgva í í Tel Aviv.

John Rajani tók við starvinum sum sendiharri í dag, og í løtuni situr John Rajani í Kastrup ávegis til Tel Aviv.

– Tað eru tey praktisku tingini, sum eru á skránni. Serliga tað at fáa bústað upp á pláss, soleiðis at vit kunnu flyta hagar permanent. Ætlanin er at flyta fyrstu viku í januar, sigur John Rajani, sum á hesi fyrstu ferðini sum sendiharri í Ísrael skal vera burtur í eina viku.

Við John Rajani er eisini Petur Petersen frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum, sum varðar av hølunum hjá føroysku sendistovunum kring heimin.

– Tað er tað mest praktiska. Tað er at finna okkurt at búgva í, og so fara vit sjálvandi inn á sendistovuna at hyggja eftir umstøðunum har, sigur John Rajani.

Ætlanin var, at kona John Rajani skuldi vera við á ferðini, men tað gjørdist av ongum orsakað av koronustøðuni.

– Vit eru nokk so avmarkað av korona, og vit verða ikki so mobilir. Vit hava fingið eina dispensatión, men vit eru avmarkaðir at halda okkum fyri okkum sjálvar. Vit fáa gjørt tað, sum vit skulu gera, men vit eru avmarkaðir og kunnu ikki ferðast frítt.

Eitt starvsfólk skal setast aftrat John Rajani á sendistovuni, men tað er ikki greitt, hvaðani hetta starvsfólkið kemur.

– Tað verður í øllum førum eitt starvsfólk, ið verður sett eftir lokalum treytum. Tað er ikki eitt útstationerað starvsfólk. Men tað eru eisini tílík ting, ið vit skulu tosa um og leggja til rættis, sigur John Rajani, sum á veg til Ísraels.

John Rajani og Petur Petersen flúgva víðari til Tel Aviv umvegis Frankfurt í kvøld.