Fyrsti býráðsfundur hildin í Varpinum

Í kvøld hevur Klaksvíkar býráð hildið sín fyrsta býráðsfund í Varpinum.

 

Hetta er søguligur fundur, skirvar Klaksvíkar kommuna á klaksvik.fo.

 

Í áratíggju eru fundirnir hjá býráðnum hildnir í býráðshúsinum á eystaru síðu av Klaksvíkini. Tí er hetta ein søguligur fundur, nú regluligu fundirnir framyvir vera í stáðisliga nýggja mentanarhúsinum í miðbýnum, skrivar klaksvik.fo, og har eru fleiri myndir frá fundinum at síggja.