Fyrsti dómurin í 44 ár

Fyri fyrstu ferð í 44 ár er ein amerikanskur hermaður dømdur til deyða fyri at hava skotið amerikanskar hermenn í krígstíð

Tá George W. Bush, forseti, gjørdi av at leypa á Irak, vóru fleiri amerikanskir hermenn ímóti avgerð hansara. Ein teirra var sersjanturin Hassan Akhbar, sum var í tænastu á einari herstøð í statinum Pennsylvania. Tann dagin, innrásin byrjaði, fór Hassan Akhbar eftier einari maskinbyrsu og fleiri granatum. Síðani fór hann yvir til eitt tjald, sum fleiri hermenn vóru í. Tá avtornaði, hevði hann beint fyri tveimum hermonnum og sært 14 aðrar.

Nú er Hassan Akhbar dømdur til deyða fyri gerð sína. Ta avgerðina tók ein hernaðardómstólur gjáranáttina, og hann er tann fyrsti amerikanski hermaðurin, sum er dømdur fyri at hava skotið aðrar amerikanskar hermenn í krígstíð síðani Vietnamkríggið, skrivar AP. Tann seinasti dómurin av hesum slagnum var í 1961.

Ákæruvaldið vísti á, at Hassan Akhbar er muslimur, og at hann leyp á sínar felagar í tjaldinum, tí hann væntaði, at amerikanskir hermenn fóru at drepa aðrar muslmar í Irak-krígnum. Verjarnir vildu vera við, at maðurin er sálarliga súkur, men tað helt rætturin ikki.

Verjarnir gjørdu alt fyri eitt av at skjóta dómin inn fyri hægri rætt. Verður Hassan Akhbar, sum er svartur, avrættaður, verður tað gjørt við einari eiturinnspræning.