Seinastu nógvu mánaðirnar hevur gingið strúkandi hjá Claus Bech Jørgensen og Blackpool. Jútlendingurin við føroyskum rótum á móðursíðuni hevur verið fastur maður á liðnum, sum við sigri eftir sigri hevur vunnið seg alt longur upp á stigatalvuna.
Byrjanin var annars einki at reypa av, og eftir fyrstu tíggju umførini var liðið at finna óhugnaliga nær niðurflytingarstrikuni.
- Hyggur tú at talvuni í dag, so vóru vit bert tvey stig frá beinleiðis uppflyting, so vit kunnu kanska iðra okkum um, at vit ikki komu ígongd eitt ella tvey umfør fyrr. Men partvíst, so hevði venjarin skift nógv fólk undan kappingarárinum, og tað tók sína tíð at fáa okkum samanspældar. Og partvíst prógvar hetta eisini, hvussu nógv sjálvsálit hevur at siga í fótbólti. Tí talan er um stórt sæð somu spælarar gjøgnum alt kappingarárið.
Kunnu seta met
Júst sjálvsálitið kann væl fáa ein heilt avgerandi leiklut, tá play-off finalan verður spæld sunnudagin. Ikki bara tí talan er um finalu, men eisini tí dysturin verður spældir á sjálvum Wembley. Og tí hetta setir serstøk krøv, til sálarigu javnvágina, sum altíð er so týdningarmikil.
- Tað er jú heilt fantastiskt at skula spæla har. Wembley er at rokna sum eitt hugtak í fótbólti við allari sínari søgu. Og nú alt er gjørt av nýggjum, er Wembley kanska besta stadion í heiminum. So bara tað í sjálvum sær verður ein veldug uppliving.
- Men fyri okkum ræður um at fáa okkara spæl at koyra. Sjálvsálitið er í topp í løtuni. Vit hava vunnið níggju dystir á rað, og tað er tað sama, sum gamla metið hjá felagnum er. Við øðrum orðum, so kunnu vit seta met, um vit vinna sunnudagin, og tað vildi – saman við eini uppflyting – verið ein heilt perfektur endi upp á kappingarárið hjá okkum.
Mótstøðuliðið sunnudagin er Yeovil, sum endaði á einum fimta plássi á stigatalvuni í ensku Leagu One. Í kappingini vann Blackpool útidystin móti finalumótstøðuni, meðan heimadysturin endaði við javnleiki.
Tí kann Blackpool kanska roknast sum favorittur, men tað er nú ikki eitt heiti, sum Claus leggur nakað í.
- Teir hava eitt gott lið, sum spælir góðan fótbólt og har menn eru væl fyri fysiskt. Tí ivist eg onga løtu í, at talan verður um ein truplan dyst hjá okkum. Men samstundis trúgva vit sjávlandi upp á okkara møguleika.
Við frá byrjan
Í góða stimanum, sum Blackpool hevur havt, hevur Claus átt sín týðandi leiklut. Fleiri dystir á rað hevur hann verið á vøllinum í samfullar 90 minuttir, og tí vónar hann eisini, at hann verður millum teir fyrstu ellivu sunnudagin.
- Venjarin sigur okkum ikki liðið, fyrr enn á dystardegnum. Men við gongdini seinastu mánaðirnar í huga, so verði eg vónbrotin, um eg ikki byrji inni.