Tá nýggja umfarið av Den store bagedyst verður sent í heyst, verður fyri fyrstu ferð ein føroyingur millum luttakararnar.
Anna Røskva Strøm Randidóttir Rødgaard kom ígjøgnum fleiri upptøkuroyndir og varð at enda ein av bert tíggju luttakarum.
Hon plagdi at hyggja at sendingini saman við mammu síni, sum eggjaði henni til at søkja. Mamman náddi ikki at uppliva, at dreymurin gjørdist veruleiki, men var kortini við Annu Røskvu í bakiteltið á ein serligan hátt.
Upptøkurnar vóru langar, tíðin var avmarkað, og Anna Røskva avdúkar, at tað verður eitt sindur av drama frá hennara síðu.
Les samrøðuna og søguna um serligu troyggjuna í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið.
Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fovið at logga á við haldaranummarinum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##

















