Í bátasmiðu síni úti í Nólsoy hevur Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð bygt ein serstakan bát. Hetta er ein føroyskur træbátur, sum verður rikin við elmotori. Hetta er fyrsti føroyski báturin sum er bygdur til el motor.
– Kundin vildi hava bátin so stóran sum gjørligt. Longdin á bátasmiðjuni er 12 metrar, og tí bleiv báturin 11,75 metrar millum stavnarnar, og breiddin 3,85 metrar.
Tá báturin skuldi úr bátasmiðuni var neyðugt at saga 45 sentimetrar av betongi úr húsinum, og at gera nýggjar neystahurðar soleiðis at báturin passaði út.
– Sjálvt tá sagað varð burtur, fekst tú bert ein tummilfingur ímillum hvørjumegin við, so vit hildu ondini eina løtu, tá tað breiðasta petti fór út, men tað gekk.
##med2##
Báturin er serstakur, tí hann er bygdur til elmotor. Kortini hevur ikki verið neyðugt at tillaga sniðið á bátinum stórvegis. Báturin hevur trænaglar, sum eru størri enn jarnnaglar, hetta tekur nakað av styrki úr bátinum, og tí eru bondini kraftigari enn tey ofta eru í føroyskum bátum. Hetta ger at báturin sær sermerktur út innan, men hetta ger at báturin megnar betur vektina av motorinum.
– Elmotorurin er á stødd við ein diesel motor. Høvuðsmunurin er at í staðin fyri at hava dieseltangar, so hevur tú bataríkassar, og til tað er ikki neyðugt at broyta skapið á bátinum.
##med3##
Skrokkurin á bátinum er liðugur, og nú manglar tað tekniska arbeiðið við at seta motorin í. Battaríini skulu uppá pláss, og ein ljósmotorur at brúka í neyðstøðu, skuldi tað hent at battaríini av onkrari orsøk ikki rigga ella gerast tóm.
Gjørdist bátasmiður av áhuga
Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð róði kapp í nógv ár, og fekk tá áhuga fyri skapinum og sniðnum á føroyska bátinum. Hann loddaði dýpi hjá ymiskum bátasmiðum at vita, um nakrar tók lærling. Ein vísti honum á ein fólkaháskúla í Noregi, sum hevði eina linju í bátabygging. Í 2010 fór Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð til Noregs at vita um hetta var nakað fyri seg. Skeiði á Fólkaháskúlanum var í eitt ár, og eftir tað fór hann í læru á eini skipasmiðju í Fredrikstad. Hann lærdi í 4,5 ár, og arbeiddi síðani 2,5 ár í Noregi. Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð flutti til Føroya í 2018 og stovnaði sína egnu fyritøku.
– Fyrstu tíðina arbeiddi eina viku um mánaðin við batabygging, sum bleiv tvær vikur, og síðani vant tað spakuliga uppá seg. Brádliga kundi eg arbeiða við tí burturav.
##med4##
Mesta arbeiðið er umvælingar av størri træskipum, sum Norðlýsinum og Westward Ho, hann hevur eisini smíðað nakrar føroyskar bátar í ymiskum støddum.
– Í høvuðsheitum er tað áhugin, sum drívur verkið, men ein motivatión er eisini at varðveita vitanina. Hetta er ein siðaarvur, og um tú steðgar við at gera hetta, so blívur vitanin eisini burtur. Nakað kann varðveitast í onkrari bók, men tað eru nógvir snøklar og smálutir, sum tú bara fær frá øðrum bátasmiðum, sum hava sín serstaka máta at gera tað uppá.
Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð er 35 ára gamal. Tá hann fór at læra til bátasmið varð nógv tosað um, at útlitini fyri handverkinum vóru døpur, og at tað fór at doyggja út. Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð er kortini bjartskygdur.
– Eg noyðist at vera bjartskygdur, tí eg ætli mær eina framtíð í hesum. Eg havi arbeitt við at byggja nakað upp, og tá ber illa til at vera dapur og siga at hetta gongur ikki, tað er nóg nógv fólk sum gera tað.
##med5##
Tað er ein sannroynd at bátasmiðir og føroysku bátarnir fækkast í tali, men Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð heldur at við nøkrum átøkum, ber til at varðveita handverkið.
– Um eg skuldi komið við eini áheitan á landsins myndugleikar, so vildi tað verið, at lutað út eina upphædd á 100.000 krónur um árið til at smíða ein bát. Hetta kundi farið til ymiskar bátasmiðir, og tað nýtist ikki at vera tann sami hvørt ár.
Hetta minnir um átakið hjá Kiwanis, sum lutar ein føroyskan bát hvørja ólavsøku. Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð heldur, at bæði land og kommunur kundu stuðlað bátasmiðunum sum eru kring landið, og lutfalsliga fáir pengar kunnu gera stóran mun, og tað hevur týdning at bátar eru at byggja.
– Sjálvt um eg og aðrir bátasmiðir hava vitanina nú, so er skjótt at tú gloymir. Um tú ikki hevur smíðað ein bát í yvir trý ár, noyðist tú næstan at læra tað umaftur, men tá tú kemur í gongd er skjótt at koma á lagið aftur.
##med6##
Tey sum keypa sær bát vilja helst hava, at teir eru viðlíkahaldsfríir, og tí velja tey flestu glastrevjabátar framum ein føroyskan bát. Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð heldur, at tað er neyðugt at eggja fólki til at velja føroyska bátin. Í løtuni kostar ein føroyskur bátur um 100.000 krónur, og tað er munandi bíligari enn ein glastrevjabátur. Men verður hann stuðlaður kann hann seljast enn bíligari.
Bátasmíð er frítikið fyri meirvirðisgjald, og tað hjálpir at halda kostnaðinum niðri. Tjóðsavnið selur bátaseym, og Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð hevur tætt samstarv við Tjóðsavnið.
– Tað er gott at kunna fara á Tjóðsavnið at fáa seymir, áðrenn var tað trupult at fáa seym, tí tað var skiftandi hvør seldi. Tá noyddist eg at keypa úr útlandinum, og prísirnir vóru eisini har eftir. Tjóðsavnið kann selja fyri ein bíligan prís, og nú slepst eisini undan bíðitíð.
Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð heldur, at vera átøk gjørd, kann tað gera mun, tí hann er ikki tann einasti sum er góður við føroyska bátin.
– Eg hugsi, at um eg eri so mikið áhugaður í hesum her, at eg tími at stríðast fyri at fáa endarnar at hanga saman, við at gera hetta arbeiði. So ivist eg ikki í, at tað er onkur annar. Eg kenni fólk sum heldur vilja hava træbát, og leggja meira í at viðlíkahalda siðvenjuna og tað vakra skapið á bátinum, heldur enn at hugsa um ein bát sum er viðlíkahaldsfríður.
##med7##
Sjálvur eigur hann tveir bátar. Ein seksæring og ein tríbekk, tríbekkin hevur hann smíða sjálvur.
– Mær dámar væl at vera við hesum bátunum og at brúka teir. Tað er nakað annað at vera í einum føroyski báti, hann hóskar væl til at sigla spakuliga og at damla í, tí hann livir við aldunum. Men eg dugi eisini at síggja, hví at fólk fara yvir til lættaru loysnina. Fólk fara altíð at loypa uppum, har garðurin er lægstur. Men keypir tú ein nýggjan bát, so er tað ikki líka nógv viðlíkahald í einum føroyskum træbáti, sum tað er í einum glastrevjabáti, teir skulu eisini vaskast, polerast og málast hvørt ár. Tað er ikki fyrr enn føroysku bátarnir verða gamlir, at teir skulu hava størri ábøtur. Tað vakra hevur eisini stóran týdning, tí at fara út við einum vøkrum báti er serstakt.
Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð fær nógvar viðmerkingar frá fólki, sum gleðast um at hann er vorðin bátasmiður.
– Í dagsins samfelag er tað forkunnugt at vera bátasmiður, soleiðis var ikki fyrr, tá hevði hvør bygd ein bátasmið, og hvør maður hevði roynt at bygt bát. Eitt sum eg hoyri nógv fólk siga er, at tað er gott at onkur ger hetta, men at tey høvdu ikki orkað at gjørt tað sjálvi.
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##






















