Fyri fyrstu ferð síðani 1974 hevur Haiti vunnið seg til eitt HM-endaspæl.
Haiti er í innleiðandi HM-bólki C saman við Brasil, Marokko og Skotlandi, so tað verður sera torført hjá teimum at vinna seg víðari í kappingini.
Haiti er nummar 83 á FIFA-styrkislistanum, og er millum veikastu liðini í kappingini.
Sum eitt kuriosum kann nevnast, at kendi týski landsliðsvenjarin hjá Danmark, Sepp Piontek var landsliðsvenjari hjá Haiti, árini 1976-1978. Árið eftir tók Sepp við danska landsliðnum.
Franski landsliðsvenjarin hjá Haiti, Sebastian Migne hevur tikið út hendan HM-hópin:
Málverjar:
- Johny Placide (Bastia)
- Alexandre Pierre (Sochaux)
- Josué Duverger (Koblenz)
Verjuleikarar:
- Ricardo Adé (LDU Quito)
- Carlens Arcus (Angers)
- Martin Expérience (Nancy)
- Jean‑Kévin Duverne (Gent)
- Duke Lacroix (Colorado Springs)
- Wilguens Paugain (Zulte Waregem)
- Hannes Delcroix (Lugano)
- Keeto Thermoncy (Young Boys)
Miðvallarar:
- Leverton Pierre (Vizela)
- Danley Jean Jacques (Philadelphia Union)
- Carl Sainté (El Paso Locomotive)
- Jean‑Ricner Bellegarde (Wolverhampton)
- Woodensky Pierre (Violette)
- Dominique Simon (Tatran Presov)
Áleyparar:
- Duckens Nazon (Esteghlal)
- Frantzdy Pierrot (Rizespor)
- Derrick Etienne Jr. (Toronto FC)
- Louicius Deedson (FC Dallas)
- Ruben Providence (Almere City)
- Josué Casimir (Auxerre)
- Yassin Fortuné (Vizela)
- Wilson Isidor (Sunderland)
- Lenny Joseph (Ferencvaros)











