Advokatskrivstovan er júst flutt frá Fr. Petersensgøtu. Áðrenn tað var hon í hølum hjá Køkubúðini. Aftur áðrenn tað var hon hjá Jacob Lützen á Áarvegnum. Tað er óneyðugt at siga, at hvørja ferð er flutt í størri høli. Manningin verður eisini størri og størri, og nú eru tey 19 sum arbeiða her.
Fyrst í oktober høvdu vit eina grein í samband við, at tað vóru 40 ár síðan, Halgir W Poulsen kom til Føroyar at arbeiða, og var hetta eisini fyri ein stóran part søgan hjá Advokatskrivstovuni.
Í hesum sambandi greiddi vit frá, at Petur Alberg í síni dagbók greiddi frá, tá fyrsti sakførarin kom til Føroyar tann 15. Juli 1899. Hann kallaðist Alberg Weihe, men Petur Alberg ivaðist í, um tað í heila tikið var grundarlag fyri einum sakførara í Havn! Her kom hann at mistaka seg í stórum.
Hesin sakførarin hevur heldur ikki gjørt nógv um seg, tí Halgir hevur als ikki hoyrt um hann. Hann er heldur ikki nevndur í Havnarbókini hjá Birgar Johannesen. Í samband við hendna stubban fóru vit at kanna málið. Nøvnini Alberg og Weihe bendu á samband inn til Søldarfjarðar og Lamba. Um nakar kundi fáa greiðu frá hesum, so er tað Maria Jacobsen á Glyvrum, og tað kundi hon eisini. Hon hevur fylgjandi upplýsingar:
Poul Alberg Vilhelm Martin Weihe var føddur 21.5. 1860 í Lamba. Pápin var Hans Petur Weihe á Bønhúsmørk (1811-1909) í Lamba og mamman var Maria Emilie Andreette f. Holm í Kvívík (1820-1877).
Alberg var yngstur av níggju systkjum. Hann hevði danska konu, Camilla f. 18.7 1875.
Tá ið tey komu til Føroyar eiga tey tvær døtur: Eva, f. 6.4. 1897 og Emilia, f. 20.11 1898 í Keypmannahavn. Tey búði í Húsagarði úti á Reyni. Húsini átti Katrina Jacobsen.
Tey eru farin skjótt til Danmarkar aftur. Orsøkin var snøgt sagt tann, at tað var ov lítið at gera sum sakførari. Tey fingu tilsamans tveir synir og tríggjar døtur, og tey trý børnini, sum eru komin afturat, eru helst eisini fødd í Danmark.
Tað var spell, at Alberg skuldi koma einsamallur til Føroyar. Tað er viðurkent, at skulu sakførarar kunna fáa nakað burtur úr, so mugu teir vera minst tveir, so teir kunnu leggja sakir móti hvørjum øðrum!
Vit hesum ókenda broti av okkara sakførarasøgu, vilja vit ynskja Advokatskrivstovuni tillukku við nýggju hølunum.
ó.