Ari Olsen spældi allan dystin, og Árni Nóa Atlason kom á vøllin í 44. minutti fyri ein skaddan Rasmus Schüller, tá lið teirra, Vendsyssel FF vann fyrsta dystin hetta kappingarárið.
Í heimadysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini eydnaðist tað Vendsyssel FF at vinna 1-0 á Hillerød.
Sigursmálið skoraði Adam Vendelbo í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki.
Ari og Árni Nóa fáa báðir fyri síni avrik karakterin: 6,8 (av 10 møguligum) frá Sofascore. Ari fær tó karakterin: 7,6 frá Soccerstand. Har fær Árni eisini karakterin: 6,8.
Vendsyssel er nummar átta í deildini við fimm stigum fyri fimm dystir. So sigurin kom sera væl við.
Komandi týsdag klokkan 17.30 spælir Vendsyssel dyst á útivølli í donsku steypakappingini. Dysturin verður móti Fuglebakken, ið spælir í Danmarksseriuni, ið er fimtabesta deildin.











