Fyrsti túrurin til skips

Saman við frásøgnini hjá Dinnufíu endurgeva vit eisini frásagnir hjá Jógvan Sofus, sum hava staðið í Jólaboð, og sum vit hava fingið loyvi til at endur­geva. Hetta er fyrri partur av søguni um fyrsta túrin til skips.

Eg skal í stuttum siga frá, tá ið eg fór fyrsta túrin til skips.
Eg varð fermdur í Oyndarfirði 15. mai 1927. Mamma og pápi vildu ikki, at eg skuldi til skips so ungur, so eg bleiv heima. Varð biðin at rógva út tað summarið við navna mínum Niðri í Geil. Hann átti 6-mannafar, sum kallaðist Lisa. Tá ið skipsmenninir komu aftur um heystið, fór eg við Royndini Fríðu, sum pápi átti saman við øðrum.
So kemur 1928. Nú vænti eg at sleppa til skips. Pápi var við Suðuroynni, TN 36, sum Müllers einkja í Havn átti. Jóhan í Djónastovu á Eiði var skipari. Pápi hevði verið við honum í nógv ár, so eg væntaði so vist at sleppa við har.
Nú líður út á várið, og tað fellur upp á gott veður. Vit høvdu velt eina ryggjaveltu, sum var hálvonnur tunna til støddar. Tøðini vóru borin í ein køst, sum var gjørdur niðri á endanum á veltuni. So ein góðan dag fór eg at bera í. Eg bar øll tøðini fyrst fyri at vita, um tað var nóg mikið. So var eftir at seta niður. Krossmessudag gjørdi eg køstin til og setti nøkur epli niður í hann, og so var veltan niðursett. Einsamallur var eg um hetta arbeiðið, men nú var eg 15 ár.
So kom pápi aftur av Suður­landinum. Hann spyr, hvussu við veit heima. »Tað veit væl við, eplini eru komin í jørðina, so nú er klárt at fara at skera torv.« »Tað var ikki eiti á.« So pápi at spyrja meir, men eg var kvikur at spyrja, um eg slapp við. Hann sigur heldur lágmæltur: »Eg veit ikki.« »Eg verði ikki heima,« svari eg. »Tað er eisini ein Eiðismaður, sum vil hava son sín við fyrsta túr,« sigur hann. »Tann maðurin hevur ikki verið nógv við, eg eri tilgjørdur,« muti eg ímóti. Pápi sigur, at tað verður ikki leingi, til vit fáa at vita tað. »Ringja tygum ikki í morgin?« »Nei góði, ver nú ikki so bráður, eg haldi, at vit báðir skulu fara Heim í Dal, í Katrinarheiðar – teir eita eftir langabbasystur tínari, hon giftist til Miðvágs – har fáa vit einar 60 leypar, har er góður heyggjamógvur.« »Eg leggi ikki so nógv í handa heyggjamógvin,« sigi eg.

Bíðaði eftir skipsboðum.
Pápi fer so oman í á at svarva grevini. Tá ið tað var gjørt, fingu vit mat við: kjøt, breyð, egg og mjólk. Og so av stað. Eg arbeiddi altíð sum smádrongur. Frá tí eg var seks ára gamal, havi eg gjørt nyttu. Mamma var sjúkligt fólk, bleiv ikki gomul. – Vit koma so aftur úr torvi um átta tíðina. Eg dundrandi inn og rópi: »Hevur pápi fingið telefonboð av Eiði?« »Her eru eingi telefonboð komin,« svaraði mamma. Tað var einki ovfarakæti á mær. Dagin eftir aftur heim í Katrinarheiðar. Tá vit komu til hús aftur um átta tíðina, fór eg sum dagin fyri rennandi inn og læt ikki aftur eftir meg. »Pápi fingið telefonboð?« »Nei, her eru eingi boð komin.« »Pápi, nú fari eg út í kvøld at biðja lova mær til skips, her er meir enn ein skipari í bygdini.« »Steðga við tí,« heldur pápi.
Pápi var av bestu fiskimonnum. Hann var bestur ella næstbestur fyrsta túr, hann var til skips. Tað var antin við Hest-Jóannesi ella við Danjal Jóhan við Sílánna. Systir pápa var nýliga deyð tá, so hann hevði dimma húgvu. Hann sá, at teir flentu at sær, tá ið hann sum ungur drongur kom fyrsta túr til skips við dimmari húgvu. Teir fingu annað at síggja. So eg uggaði meg við, at Jóhan í Djónastovu vildi neyvan av við pápa, um eg ikki slapp við.
Endiliga komu tey.
Vit fingu ein drekkamunn. Meðan vit sita og drekka, kemur ein við telefonboðum til pápa. Eg spyrji: »Hvaðani eru boðini?« »Av Eiði,« var svarið. Eg bleiv so spentur, at eg fór út fyri dyr. So kemur pápi aftur, og eg síggi, at hann smílist. »Pápi, sig mær skjótt!« »Vit fara báðir við Suðuroynni, áðrenn tríggjar vikur.« Tá var lagið gott á mær.
So ein dagin komu boðini til pápa: Suðuroyggin kemur norð á Funningsfjørð í morgin, og tá skulu tit mynstra í Funningi. Sig Sofus Antoni frá. Sum sagt so gjørt. So vit at bera klæðini til Funnings. Rytubáturin kom í land, skiparin og ein annar maður vóru við. Vit tríggir mynstraðu so og Jákup hjá Elspu í Funningi eisini. Vit mynstraðu hjá Jóannesi í Katrinarstovu. So varð farið umborð. Veðrið var so gott, sum tað nakrantíð kann vera. Pápi átti tríggjar kolsekkir við. Vit tóku rytubátin, og vit Gjáarmenninir fóru so til Gjáar við kolinum. Komnir í Gjónna, tóku vit bátin upp á land. Eg gjørdi sum hinir báðir, skolaði mær eitt sindur um hendurnar, so til hús. Vit skuldu gera skjótt av. Eg hevði fingið einar reyðbrúnar gummistivlar, teir rukku upp á hálvi lørini. Eg gekk við uppbrotnum stivlum niðan úr Gjógv og omanaftur. Vit róðu so inn á skipið, tóku bátin inn og surraðu hann væl. Nú man vera nóg mikið við hesum uttanumtosi.
Vaktirnar blíva settar. Pápi á somu vakt, sum hann er vanur, á stýrborðsvakt, tað er skiparavaktin. Eg á bakborðsvakt, tað er bestamansvaktin. Eg fái frívakt til klokkan 3:45, tá varð eg útpurraður. Eg føli, at nú eru vit ikki á Funningsfirði. Skipið er óróligt, og illa luktar niðriundir. Tað er pumpuroykur, siga teir, líka visti eg. Nú er hann komin á landnyrðingi. Hon gekk um leið 3 míl. So fóru feðgarnir báðir á dekkið. Nei, har sá einki út. Hetta er grundlógardagin, 5. juni. Eg spyrji pápa, hvar vit eru. Hann sigur, at her hevur tú ofta verið fyrr, eitt sindur út úr Rivinum. Tað sást ikki fram í gron, so tjúkt kavaði. Flykrurnar vóru so stórar sum svávuldósir. Eg varð settur í læ av stórabáti á ein lippukassa. Pápi bað onkran ansa eftir mær. Tað gjørdu teir so sanniliga eisini. Eg hevði sjóverk, ikki ringur, men spýði. Skipsmenninir blíðir við meg, bóru mær kaffi og pannukakur. Tær vóru sum tvískinningur, karklinkandi ráar innan. Saltkjøt og ertur fekk eg eisini. Jú, teir vóru blíðir og góðir við meg.
Róðrið var bundið, fokkan stóð miðskips, vit høvdu størstu segl. Soleiðis lógu vit allan vegin. Vit sóu eitt skip viðhvørt, tað var Emmirald, Kristian við Gjógv førdi hana. Eg slapp skjótt av við sjóverkin. Eg hevði gingið og lætt um, tá ið eg sat á lippukassanum.
Eg var so forharmaður, at eg nakrantíð var farin, hetta skuldi ikki henda aftur. Tað var ikki tað sama at sovna við áarsuðinum í Blásastovu. Og eg kann nevna millum annað í føstuni at vera um kvøldarnar Eysturi á Gerði og renna »enkemann« ella »sláa bak«, bæði dreingir og gentur. Tá var stuttligt. Og eg, sum altíð gekk á seiðaberg, ja, eg hekk á sjóvarklettinum, hevði lomvigapisu í hjallinum og mangt annað, ja, sit nú.