Fyrsti tingfundur uttan fyri tinghúsið

Tingfundurin í útvarpshøllini í dag verður tann fyrsti, sum er hildin uttan fyri tinghúsið, síðani tað varð bygt í 1856

Í dag er tingfundur, men tinghúsið verður tómt.

Síðani tinghúsið var liðugt bygt í 1856 eru allir tingfundir hildnir har. Tingfundurin í dag verður harafturímóti hildin í útvarpshøllini.

Orsøkin tilhetta er, at tinghúsið í løtuni verður bygt um í so stóran mun, at tað ikki ber til at halda tingfundir har, meðan umbyggingin fer fram.

Í 1907 varð tinghúsið eisini bygt um. Tá bar heldur ikki til at halda tingfund í tinghúsinum.

Avleiðingin av hesum var, at eingin tingfundur varð hidin frá september mánaði í 1906 til á ólavsøku í 1907. Tá tók nevniliga einki átrokandi mál seg upp, ið gjørdi, at tað var neyðugt at halda tingfund meðan húsið varð bygt um.

Í 1977 varð tinghúsið aftur bygt um, og tá varð eingin tingfundur hildin frá hálvum september til hálvan desember.


Eykajáttanin má góðkennast

Orsøkin til, at tingið kemur saman í útvarpshøllini í dag er, at tað er neyðugt at fáa samtykta eina eykajáttanarlóg fyri september.

Nýggja játtanarskipanin, sum kom í gildi við seinastu fíggjarlóg, krevur nevniliga, at óvæntar lógarbundnar útreiðslur fáa eykajáttan í tinginum, áðrenn tær verða goldnar.

Almanna- og Heilsumálastýrið krevur 40 millónir eyka til lógarbundnar útreiðslur, og tí fer Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum í dag at leggja fyri tingið eitt eykjáttanaruppskot fyri september.

Eykajáttanaruppskotið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum ljóðar tó á heilar 50 milliónir krónur. Orsøkin til hetta er, at millum annað Strandfaraskip Landsins hava fingið óvæntaðar útreiðslur.


Müllers pakkhús var tingsalur

Tá løgtingið varð endurreist í 1852, varð tingið tey fyrstu árini hildið í gomlu tingstovuni í Gongini, sum varð bygd í 1692, og sum hevði hýst tinginum, til løgtingið varð niðurlagt í 1816.

Longu í fyrstu tingsetuni samtykti tingið at byggja nýtt tinghús í Húsabøi, og her stendur tinghúsið enn. Húsið, ið var liðugt í 1856, varð bygt úr timbri og hevði flagtak.

Húsini í Gongini vórðu seld til H. C. Müller, sýslumann, og var har nú norðasti endi av Müllers húsi er, har Landsbanki Føroya nú heldur til.


Fýra mál

Fyri tingfundin, sum verður settur klokkan hálvgum tvey í dag, eru fýra mál á skránni. Trýggir fyrispurningar verða svaraðir, og síðani er framløga á skránni. Tá verður eykajáttanaruppskotið lagt fram.

Fyrsti fyrispurningurin, ið verður svaraður, er ein fyrispurningur frá Mamy Dahl Sørensen, sum hevur verið eykafólk á tingi fyri Javnaðarflokkin. Fyrispurningurin snýr seg um samferðsluviðurskiftini í Kalsoynni og er stílaður til Finnboga Arge, sum var landsstýrismaður í vinnu ? og samferðslumálum, tá fyrispurningurin varð settur.

Tað verður kortini nýggi landsstýrismaður við hesum málsøkjum, Bjarni Djurholm, ið fer at svara fyrispurninginum.

Næsta fyrispurningunum skal Anfinn Kallsberg, løgmaður, svara. Talan er um ein fyrispurning, sum Lisbeth. L. Petersen, tingkvinna, hevur sett honum um setan av nevnd til at leggja til rættis tiltøk fyri at økja lut kvinnunar í politisku støðutakanini.

Triðji fyrispurningurin er, eins og tann fyrsti, stílaður til Finnboga Arge. Talan er um fyrispurning frá Flemmingi Mikkelsen um vegagerðina millum Øravík og Hov og nýggja samferðsluhavn í Suðuroynni.

Hesum fyrispurnigi fer Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, at svara.

Tingfundurin í dag verður helst ikki tann seinasti, ið verður hildin í útvarpshøllini. Tað er nevniliga umráðandi at fáa samtykt eykajáttanaruppskotið fyri september. Tí kemur tingið helst skjótt saman aftur í útvarpshøllini at viðgera hetta uppskot.