Tá ið bæði Liverpool og Tottenham Hotspur í kvøld spældu seg í hálvfinalurnar í Champions League, var tað samstundis eitt tekin um, at ensku feløgini eru á veg aftur á tindin í evropisku kappingini.
Hetta er nevnliga fyrstu ferð síðani 2009 at meira enn eitt Premier League felag er komið so langan veg í kappingini.
Í 2009 vóru heili trý ensk feløg í hálvfinalunum. Tey vóru Manchester United, Arsenal og Chelsea. Manchester United vann seg á Arsenal, meðan Chelsea mátti lúta fyri Barcelona, ið eisini vann finaluna á Manchester United.
Árið eftir var einki enskt felag í hálvfinalunum, men í árunum frammanundan kom tað meira enn so fyri.
Í 2008 vóru Liverpool, Chelsea og Manchester United í hálvfinalunum. Manchester United vann á Chelsea í finaluni.
Í 2007 vóru hesi somu lið eisini í hálvfinalunum. Liverpool tapti finaluna ímóti AC Milan.
Árið fyri hetta, í 2006 var bert eitt eitt lið í hálvfinalunum. Arsenal spældi seg í finaluna, ið var tapt ímóti FC Barcelona.
Í 2005 vóru tvey ensk lið í hálvfinalunum. Liverpool spældi seg í finaluna við at vinna á Chelsea, og vann eisini finaluna ímóti AC Milan.
Síðani 2009 hevur verið nakað lakari.
Í 2010, 2013, 2015 og 2017 var einki enskt lið í hálvfinalunum. Seinasta ár var eitt. Tað var Liverpool, ið spældi seg allan vegin í finaluna. Her mátti enska felagið kortini lúta fyri Real Madrid.
Les eisini: Úr søgubókunum: Evropisku stórfeløgini og so Tottenham (Trýst her)
Champions League úrslitini í ár bera boð um, at enskur fótbóltur er á veg aftur á evropiska tindin, og møguleiki er eisini fyri at Tottenham og Liverpool hittast í fyrstu ensku finaluni síðani 2008.