Fyrstu fetini á tronga Europavegnum

Tríggir av sjey dystum í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteyið eru millum lið í bestu deildini

Fyrsta umfar í kappingini um løgmanssteypið verður ídag. Sjey dystir eru, og tríggir teirra eru millum lið í bestu deildini. Meistararnir í Víkingin eru ikki við ídag, tí teir vórðu í lutakastinum drignir sum tað seytjanda liðið.

KÍ er á veg suður at spæla ímóti Suðringum. Í triðja umfari í landskappingini hittust hesi bæði liðini í Trongisvági. Hetta var annan apríl, og KÍ vann 1-0.

NSÍ fær vitjan av AB. Hesi bæði liðini hava ikki enn dystast í landskappingini. Tað verður longu sunnudagin, tá ið AB eigur heimavøll.

Skála fær í kvøld vitjan av 07 Vestur. Hesi bæði liðini hittast ikki í landskappingini fyrrenn annan sunnudag. Tað verður eisini á Skála.

Kappingin fevnir um fýra umfør. Finalan verður leygardagin 25. august, og vinnarin vinnur sær rætt at luttaka í europeiskum fótbólti næsta summar.

 

Fyrsta umfar

Í dag

ÍF – B36: Rani A. Skaalum kl. 16.00

NSÍ – AB: Rúni Gaardbo kl. 17.00

B68 – HB: Áron Sofus Vest kl. 15.00

Skála – 07 Vestur: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00

Undrið – EB/Streymur: Rúni Olsen kl. 16.00

B71 – Giza Hoyvík: Bent Tommy Linklett kl. 15.00

Suðringar – KÍ: Dagfinn Forná kl. 15.00