Ætlanin er, at nýggja vallaraheimið, ið Smyril Line letur byggja við síðuna av stásiliga hotelli teirra, skal verða klárt at taka í nýtslu 1. apríl í ár. Væl hevur gingist við byggingini. Vallaraheimið er innilokað, og arbeiðið at skila rúmini sundur er byrjað.
Hava marknaðarført
Áki Jespersen frá Smyril Line sigur, at felagið hevur marknaðarført vallaraheimið kring heimin, í sambandi við summarsiglingina hjá Norrønu. Hann sigur, at úrslitið av hesum hevur verið, at pláss longu eru umbiðin á vallaraheiminum. Fyrstu gestirnir hava bílagt pláss til einaferð í apríl, so byggiætlanin má haldast.
Góðar umstøður
Av Smyril Line verður sagt, at góðar umstøður verða á nýggja vallaraheiminum. Kømurini verða góð og góður køkur verður, har gestirnir hava møguleika at matgera sum teir vilja. Tó hava gestirnir tann møguleikan, at um teir ynskja onkran leskiligan bita, so kunnu teir keypa sær hetta í grannahúsinum, nevniliga Hotel Føroyum.
At búgva á vallaraheiminum kemur at kosta um 110 - 125 krónur fyri náttina. Prísurin er 110 krónur um ein hevur vallarakort og 125 krónur um ein ikki hevur vallarakort. ? Hetta er á leið sami prísur, sum í grannalondum okkara, Noregi og Íslandi, sigur Áki Jespersen frá Smyril Line.
Nýggja vallaraheimið verður mett at koma at kosta uml. 4 mió. krónur.