Fyrstu nýggju Suzuki Swace komnir

Ein nýggjur Suzuki er komin á føroyska marknaðin. Talan er um Suzuki Swace, sum er ein væl koyrandi stationcar við flottum designi.

Swace er ein hybridbilur við bensin- og elmotori við 122 hk. Hybridkonseptið virkar soleiðis, at bensinmotorurin og el-motorurin supplera hvønn annan, og syrgja fyri at bilurin altíð koyrir optimalt, bæði hvat kraft, økonomi og umhvørvisvernd viðvíkur. Hesin koyrir upp til 22,2 km/l við blandaðari koyring, og CO2- útlátið er einans 103 gram pr. km.

 

Suzuki Swace er ein rúmligari bilur við góðum beinplássi bæði framman og aftan eins og hann hevur stórt viðførisrúm. Bilurin er bygdur yvir ein plattform við lágum tyngdarpunkti, sum gevur bilinum betri og tryggari koyrieginleikar. 

 

Suzuki Swace er ein tryggur bilur. Intelligentar skipanir halda eygað við bilinum og ferðsluni rundanum bilin, hetta fyri at minka um vandan fyri einum óhappi. Bilurin hevur t.d. automatiska neyðbremsu, aktivan fartpilot, avlesing av skeltum, vognbana-assistent, LED-forlyktir við automatiskari upp- og niðurblending, neyðuppkall (eCall) og ávarðing um blindar vinklar (BSM).

 

Nýggi Suzuki Swace kann síggjast og roynast hjá Berg Motors.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##