Fyrstu steypafinalurnar verða fríggjadagin

Komandi fríggjadag verða ársins fyrstu steypafinalur á skránni. Klokkan 17:30 spæla U17 Dreingir, og klokkan 20:15 fara U21 á vøllin. Báðar finalurnar verða á Tórsvølli

Komandi fríggjadag verða ársins fyrstu steypafinalur á skránni. Klokkan 17:30 spæla U17 Dreingir, og klokkan 20:15 fara U21 á vøllin. Báðar finalurnar verða á Tórsvølli. Kappingarárið 2021 er farið at halla, og ársins føroyameistarar og steypavinnarar skulu kjósast í næstum.

 

Í alt níggju steypavinnarar skulu finnast í ár, og komandi fríggjadagin, sum er tann 17. september, verða fyrstu finalurnar á skránni. Báðar verða spældar á Tórsvølli.

 

Klokkan 17:30 eru tað Víkingur og KÍ, ið fara á vøllin at dystast um Blaðberasteypið, sum er steypakappingin fyri U17 Dreingir. Í hálvfinaluni vunnu klaksvíkingar á B36, meðan Víkingur sendi hitt havnaliðið, HB úr steypakappingini. Finalan fyri einum ári síðan var millum KÍ og HB. Úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til KÍ.

 

U21 klokkan 20:15

 

Seinna steypafinalan fríggjakvøldið verður millum B36 og NSÍ, tá ársins seinasti dystur í kappingini um Thomas Dam Intersport Steypið skal spælast, sum er steypakappingini fyri U21. Í hálvfinaluni vann NSÍ ein sannførandi 8-1 sigur á KÍ, meðan B36 vann grannauppgerðina móti AB. Árstalsfelagið vann 4-2.

 

Finalan í fjør var millum AB og B36, sum argjamenn vunnu 2-1.