Chelsea hevur keypt bæði Raheem Sterling og Kalidou Koulibaly. Felagið hevur kunngjørt bæði keypini, sum kosta felagnum umleið 700 milliónir krónur samanlagt.
Raheem Sterling hevur verið ein týðandi spælari hjá Manchester City seinastu sjey árini. Manchester City keypti enska vongin frá Liverpool, áðrenn Jurgen Klopp kom til. Hann hevur vunnið fýra meistaraheiti fyri Manchester City, men seinastu tíðina er spælitíðin minkað. Prísurin er 400 milliónir krónur, umframt hundrað aðrar, alt eftir hvussu hann klárar seg.
Kalidou Koulibaly, sum er úr Senegal, hevur verið ein kempa í verjuni hjá italska Napoli. Hann hevur fleiri ferðir verið settur í samband við stórfeløg, og nú hevur hann skift til Chelsea. 31 ára gamli miðverjin er stórur og sterkur, og hevur gjørt sáttmála fyri komandi fýra árini. Hann skal avloysa Andreas Christensen og Antonio Rudiger.
Chelsea hevur fingið nýggjan eigara í amerikanska Todd Boehly. Hetta eru hansara fyrstu keyp sum høvðusmaður í enska felagnum.
##med2##