Teir hava góð 2000 tons inni og tað er júst ein vika síðan, at teir løgdu av Klakksvík. Teir hava hendar túrin roynt vestanfyri Írland.
Krúnborg liggur á Fuglafirði í dag og landar millum 15-1600 tons av svartkjafti, sum teir hava fingið á somu leið sum Christian í Grótinum. Tróndur í Gøtu, sum er triðja føroyska skipið, ið roynir eftir svartkjafti í løtuni, er á fiskileið.
Av Havsbrún í Fuglafirði verður sagt, at føroysku bátarnir nú eru vornir so stórur, at tá fleiri landa til virkið, so er næstan ikki pláss fyri útlendskum skipum. Tó rokna teir við, at onkur íslendskur nótabátur fer at koma hendavegin við svartkjafti.
Í dag verður roynt eftir svartkjafti alt árið, men hendan tíðin er tó tann besta, eisini fyri úrtøkuna hjá Havsbrún. Svartkjaftur er eins og annar fiskur feitastur hesa tíðina av árinum.