Tað sigur Heri Arge, sum hesaferð ikki bara er á G! Fyri at hugna sær, men er eisini til arbeiðis hjá Hvonn.
Heri er ikki í iva, tá hann skal meta um hvønn týdning G! hevur fyri føroyska summarið.
- Eg vildi lýst G! sum hæddarpunktið í summarferiuni. Tað feitasta við summarinum er G! og Ólavsøkan.
Av tí at Heri er til arbeiðis, so hevur hann ikki so góðar stundir at fara á tær ymisku konsertirnar, men hann er ikki í iva, tá hann verður spurdur hvønn bólk hann kundi hugsa sær at hoyrt.
- Eg arbeiði meðan flestu konsertirnar eru, men eg hevði ynskt at hoyrt Dizzy Mizz Lizzy á Sandinum.