G! er kenslan av samhuga og felagsskapi

- Har er nokk av luft millum nøvnini í ár, sum gevur fólki loyvi at anda. Fólk hava høvi at njóta løtuna á gøtuni við sínum vinfólki og kenningum, sigur Fred Ruddick

Hetta er fjórða árið, Fred Ruddick stendur á odda fyri bókingunum á G! festivalinum. Hann ásannar, at mann lærir nakað nýtt hvørt ár, og við hesum í huga er hann sera væl nøgdur við festivalin higartil.

- Her er ein vøkur atmosfera, her er rúmligt, og nógv gott fólk er savnað saman. Mann merkir eina kenslu av samhuga og felagsskapi, sum er júst tað, tónleikafestivalar snúgva seg um, sigur Fred Ruddick.

- Hetta eru altíð tríggir serligir dagar. G! festivalurin er ein gáva, sum tryggjar, at øll eru saman í einun vøkrum stað og deila tónleik og hava góðar dagar saman. 

Fred Ruddick heldur, at hetta árið er nakað serligt í mun til onnur ár.

- Skráin er góð, og har er nokk av luft millum nøvnini, sum gevur fólki loyvi at anda. Har er ikki tónleikur 10. hvønn minutt, og tí fáa fólk høvi at njóta løtuna á gøtuni við sínum vinfólki og kenningum. Hetta hevur skapt ein munandi minni østan stemning, sigur hann.

Fyrsta konsertin á sandinum í gjár var ein konsert, har Eivør, Greta Svabo Bech, Marius Ziska, Guðrið Hansdottir og Høgni heiðraðu hvørjum øðrum. Hetta var ein minnilig løta fyri bókaran á G! festivalinum.

- Hatta var ein ótrúliga góður máti at byrja festivalin uppá. Tað var ein heilt serlig løta at hoyra føroysku tónleikararnar tulka hvønn annan, og hetta vísti veruliga, hvat G! festivalurin snýr seg um. Fleiri steðgaðu mær á gøtuni í dag og fortaldu mær, hvussu nógv tey notu hasa upplivingina, sigur Fred Ruddick.