G! er ókeypis til klokkan 16

G! Festival bjóðar eins og í fjør øllum Føroya fólki ein brellbita av festivalinum, og letur hurðarnar upp frá kl. 12 -16.00 allar dagarnar.

G! Festival bjóðar eins og í fjør øllum Føroya fólki ein brellbita av festivalinum, og letur hurðarnar upp frá kl. 12 -16.00 allar dagarnar.

 

Frátíat festivaløkiðletur upp kl 12 og til kl 16, allar dagarnar, kunnu øll, eisini tey uttan atgongumerki, koma áfestival.

 

Vit eru sera spent at vísa tiltakiðfram fyri øllum føroya fólki, eisini teimum, sum ikki hava atgongumerki. Tíbjóða vit øllum vælkomnum innar frákl 12 og til formliga skráin byrjar kl 16. Vit hava framførslur og mangt annaðáskránni frákl 12. Hetta riggaði ótrúliga væl ísólini ífjørt, sigur Rasmus Borðoy, talsmaður fyri festivalin.

 

-Túkanst uppliva matstovu ásjónum, pottar og saunu, festivalkirkjuna, glaðfólk og hugnaligu bygdina.  Áspildurnýggja pallinum Grótíð, iðliggur áTorginum verða live framførslur og chillaður tónleikur frádiskarum, sum übernørd, Palov og Neuph. Stjórastovan verður karmur um filmsýningar og tiløk, eisini áðrenn kl 16 sigur Rasmus Borðoy.

 

Børn til og við12 ára aldur hava ókeypis atgongd til allan festivalin afturíár og ber títil eisini hjáeitt númammum og pápum og/ella ommum og abbum, iðikki hava festivalarmband at fara ívíkingabýin, har børnini kunnu royna at liva og stríðast sum víkingar.  Hvønn dag byrjar barnatiltakiðviðeinum stórum víkingabardaga. Børn og vaksin eru sjálvandi vælkomin at koma ílatin sum víkingar. Víkingabýurin er opin:

 

hósdag 17-20.00

fríggjadag 12-17.00

leygardag 12-17.

 

So kom og vitja áG!. Minst bara til, at eftir kl.16 hvønn dag er neyðugt at hava armband, fyri at vera áfestivaløkinum.