G! festivalurin er avlýstur

Hetta er ein tungur dagur hjá fyrireikarunum av G! festivalinum

Toymið handan G! festivalin hevur seinastu løtuna sitið og fundast um tilmælini frá myndugleikunum um at avlýsa festivalar í juli og august. Nú er ein avgerð tikin:

– Eftir at hava fylgt gongdini við koronusmittuni, týddi alt meira og meira uppá, at tað fór at verða ein avbjóðing at hava festival. Eftir seinastu fráboðanina frá landstýrinum, er avgjørt at avlýsa festivalin í ár.

– Hetta er ein tung avgerð at taka, men öll hava vit ábyrgd at ansa eftir hvörjum öðrum, og vit á G! mugu við harmi ásanna, at tað er ikki ráðiligt at hava festival í summar, sigur festivalurin í tíðindaskrivi.

– Öll tit, sum trúföst hava vitja festivalin, hjartaliga takk. Uttan tykkum var einki G! og vit hyggja frameftir við gleði, og vóna at hátíðarhalda 20-ára dagin komandi summar saman við tykkum, verður sagt.

– Tá hjálparpakki 3 er samtyktur, fara vit at kunna nærri um möguligt endurgjald viðvíkjandi atgongumerkjum og hvat hetta merkir fyri framtíðina hjá festivalinum, sigur G! festivalurin.

Á tíðindafundinum fyrrapartin varð sagt, at ein møguleiki er at útseta festivalar. G! festivalurin hevur tó tikið avgerð um at avlýsa festivalin í staðin fyri at útseta hann. 

– Hetta er ein serstakliga tungur dagur. Men tað er eisini ein lætti, sigur Sigvør Laksá, stjóri í G! festivalinum, og sipar til stóru óvissuna, sum hevur verið seinastu tíðina.