G!Festivalurin líka tryggur sum ólavsøka og jól

G!Festivalurin er komin fyri at vera, og í ár verður festivalurin uppaftur betri enn í fjør, segði Jón Tyril fyriskipari í Kringvarpinum í morgun.


Festival summarið
 
Fyriskiparin av G!Festivalinum, Jón Tyril tyktist næstan tikin av bóli, tá <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kári S?lstein í&quot;$?$end$!$<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kári S?lstein&quot;$?$end$!$Kári Sólstein</st1:PersonName$?$end$!$ í</st1:PersonName$?$end$!$ morgunsendingini hjá Kringvarpinum spurdi, um G!Festivalurin fór at verða í ár. Hann greiddi útvarpsmanninum frá, at um ólavsøka og jól vóru, so var G!Festivalurin eisini.<BR>Jón segði, at aftur í ár er málið, at atgongumerkini til festivalin skulu verða útseld, og í royndini at røkka hesum máli, er ætlanin, at skráin skal vera uppaftur betur enn í fjør. Hvørt ár hevur festivalurin roynt at betrað um skránna, og hetta ætla tey at halda fram við. Jón segði, G!Festivalin hava verið tann leiðandi festivalin, og hesa støðu ætla tey halda fast í.
G!Festivalurin hevur longu gjørt avtalur við fleiri stór nøvn. Ætlanin er, at samanlagt millum 30-40 tónleikanøvn luttaka á ársins festivali. Tónleikaprofilurin er góðsku tónleikur. Skráin er altíð fjøllbroytt, men allir bólkar eru góðir, hetta er felagsnevnarin, so er ikki so týdningarmikið um, talan er um gamlar ella nýggjar bólkar, segði Jón millum annað í samrøðuni við Kringvarpið.
Atgongumerkini verða sett til sølu 1. mai, og stutt áðrenn hetta verða fyrstu nøvnini almannakunngjørd.