G! Festivalurin á top 10 lista

Lívstíl og ferðablaðið @condenasttraveller viðmælir G! Festivalin.

Lívstíl og ferðablaðið @condenasttraveller viðmælir G! Festival sum ein av 10 festivalum, ið ein átti at sett kross við í 2019.

 

 

Conde Nast Traveller er eitt týðandi amerikankst lívstíl og ferðablað. Blaðið hevur yvir 1.7 million fylgjarar á facebook, og hevur vunnið nógvar heiðurslønir.

 

 

Um G! Festivalin verður m.a. sagt, at her er gyltur møguleiki at koma burtur frá býarlívinum, og uppliva vøkru náttúruna, ið er partur av festivalinum.

 

 

Listin sæst her:

https://www.cntraveller.com/gallery/best-festivals-in-europe?fbclid=IwAR3FTllnwgZSlRNmywVdGPBavmVAW3weefvkFOPdGtCgblgxRlP4GJGZHpo