Góðir várdagar í væntu

Eitt lágtrýst vestan fyri Føroyar fer spakuliga í ein sunnan. Sum dagurin líður fer eitt annað lágtrýst úr Skotlandi og leggur seg beint sunnan fyri Ísland og eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni nærkast Føroyum. Mánanáttina liggur eitt lágtrýst í ein útnyrðing úr Írlandi mest sum í stað og eitt tilhoyrandi veikt brúgvalag fer fram við Føroyum.

Í dag

Sólglottar fyrrapartin, men annars yvirhøvur skýggjað og seinnapartin regn av landsynningi. Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Í nátt sum frá líður yvirhøvur turt og hann lækkar í ein sunnan og makar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Um náttina yvirhøvur skýggjað og mjørki í støðum. Hitin millum 10 og 14 stg, um náttina millum 4 og 8 stig.

Mánadagin

Lot til andøvsgul av eystr, 3 til 7 m/s, stundum gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 10 og 14 stig. Um náttina sum frá líður skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum 5 og 9 stig.

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og mjørki í støðum og kanska regn, men sum frá líður klárar í. Hitin millum 7 og 12 stig.

Mikudagin

Eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 6 m/s. Stundum regn ella ælaveður, men onkrir sólglottar. Hitin um dagin millum 9 og 14 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

Hósdagin

Eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Skýggjað ella mjørki og hitin millum 6 og 9 stig.