GÍ/LÍF er nýtt felag

Arbeiðsbólkur hevur havt framløgu á fundum í Gøtu og í Leirvík, og tá úrslitið fyrilá, var stórur meiriluti fyri leistinum, ið veljast skuldi. Bæði í Leirvík og í Gøtu var stórur meiriluti fyri at leggja feløgini saman í eitt nýtt felag. – Hetta hevur so ómetaliga nógv at siga fyri økið, sigur borgarstjórin í Gøtu, Hans Mourits Foldbo

FÓTBÓLTUR

Niels Petersen

niels@sosialurin.fo


Fyri umleið einum ári síðan, stungu nevndirnar í GÍ og LÍF seg saman og umtalaðu eina møguliga samanlegging av feløgunum. Feløgini valdu síðani ein arbeiðsbólk, ið skuldi kanna fyrimunir og vansar við einari møguligari samanlegging, og í gjárkvøldið, legði hesin arbeiðsbólkur so úrslitið av sínum kanningum fram , á eykaaðalfundi í LÍF og á aðalfundi í GÍ.


Stórur meiriluti

68 atkvøður fyri. 19 ímóti og ein blonk.

Tað varð úrslitið, tá eykaaðalfundurin hjá GÍ atkvøddi um spurningin, hvørt nevndirnar í GÍ og LÍF skulu arbeiða víðari við samanlegging.

Við greiðum meiriluta í báðum feløgum er lagt upp til framhaldandi at arbeiða við samanlegging, og hetta fegnaðist formaðurin í GÍ um.

- Eg eri fegin um fundin, og eg eri fegin um, at nevndin fekk eitt greitt svar upp á spurningin, segði Andreas Poulsen millum annað, tá atkvøðurnar vóru taldar.

Eisini Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu, fegnaðist um stigið.

- Tað ger tað munandi lættari at samansjóva kommunurnar, um bygdirnar hava eitt felag heldur enn tvey at standa saman um. Og tað ger tað eisini lættari hjá nýggju samanløgdu kommununi at raðfesta tær íløgur, sum skulu gerast innan ítróttin, segði Hans Mourits Foldbo millum annað.


Leirvíkingar samdir

Eingin atkvøða var ímóti, tá LÍF í gjárkvøldið hevði limafund um møguliga samanlegging við GÍ.

Bæði í Gøtu og í Leirvík varð fundast í gjárkvøldið. Á skránni var møgulig samanlegging millum GÍ og LÍF, og her skuldu limirnar geva til kennar, hvørt teir vildu hava nevndirnar at halda fram við fyrireikingunum til eina samanlegging.

Í Leirvík er fundurin liðugur, og har var talan púrasta greið. Av 46 møttum limum ynsktu 45, at arbeitt verður víðari við málinum. Ein atkvøða var blonk og eingin var ímóti.

Nýggjur formaður varð eisini valdur í LÍF, tað var Ovi Heinesen, ið legði frá sær, og Ólavur Olsen, ið varð valdur í staðin. – Vit meta at leisturin, ið valdur var, t.e. at seta arbeiðsbólk, fyri at lýsa støðuna best gjørligt, var tann skilabesti. Hetta, fyri at fáa mest gjørligu undirtøkuna.


Arbeiðsbólkurin

Arbeiðsbólkurin, ið valdur var, at kanna fyrimunir og vansar, viðvíkjandi møguligari samanlegging av GÍ og LÍF var mannaður av fýra óheftum persónum, t.e. tveimum løgfrøðingum og tveimum vinnulívsrekandi.

Upprunabýtið í bólkinum er javnt millum umboðanina, tá man hugsar um upprunan hjá hesum fólkum. Hetta fyri at tryggja at nevndin er so óheft sum gjørligt.

Søgan

Í fjør varð felagið úr Gøtu 80 ár, og í næsta ár hevði felagið LÍF verið 80 ár, so tað er givið, at nógvar gróðursettar kenslur eru uppá spæl, tá hendan samanlegging verður framd í verki. Tað er ein samanlegging millum tvey feløg, ið hava kappast móti hvør øðrum, eins og vanligt er, tá tey liggja so tætt. Og viðhaldsfólkini hava mangan argast inn á mótstøðuliðið og teirra viðhaldsfólk. Men tíðin er soleiðis vorðin, at um man ynskir at koma víðari við menningini av spælarunum, má man duga at síggja veruleikan.

Tað eru alt meira pengar komnir inn í fótbóltsítróttina, og ynskir man at vera við, har tað veruliga er stuttligt at spæla, ja so krevst, at man tekur slík stig. Um tað eru kenslur uppá spæl, merkir ikki at man skal steðga øllum framstigi. Man má duga at síggja út yvir hesar simplu, men sterku aspektir í tí stóra spælinum. – Man má síggja vekk frá tí kensluliga, og hugsa um framtíðina, og um man veruliga vil nakað við sínum ungu leikarum, siga Andrias Poulsen og Ólavur Olsen – úr ávíkavist GÍ og LÍF – seg vera samdir um.


Hvussu skal barnið eita?

Tað er samtykt at nýggja felagið, í øllum førum fyrsta árið, skal eita GÍ/LÍF, og hvat man finnur uppá framyvir, siga teir seg ikki duga at úttala seg um. Møguliga verður ein navnakapping sett í verk, einaferð í framtíðini, men hetta er heldur óvist enn.

Hvussu er og ikki, fer nýggja felagið at vera við í síni fyrstu kapping, til komandi kappingarár í Formuladeildini. Og tá fer man at síggja hvussu fer at gangast teimum. Hiðani verður í øllum førum ynskt teimum alt tað besta.