G! Mini atgongumerkjusølan er byrjað

Kl. 10 í morgun fór atgongumerkjusølan til G! Mini í gongd. Eftirsum eingin G!-festivalur verður í ár, skipa fyrrverandi fyriskipararnir av G! fyri G! Mini, har talið av atgongumerkjum er avmarkað til 2.000 stykki.

 

Atgongumerkini fáast í Shell í Gøtudali og Kunningarstovuni í Tórshavn.

Kostnaður fyri vaksin er 395 kr., meðan barnaatgongumerki (5-12 ár) kosta 195.

Börn undir 5 ár sleppa ókeypis inn á G! MINI

 

Gøtufólk fáa ikki ókeypis atgongumerki, eins og undanfarin ár.

Fólk, sum eru uttanfyri meginøkið, kunnu bíleggja atgongumerki umvegis teldupost ella telefon og so senda vit tað ókeypis út.