Listastevnan, sum í gjár varð sett fyri triðju ferð, er enn nýggj og leitar enn eftir sínum rætta leisti. Við at skeita at skránni fyri stevnuni hómast ábendingar um at stevnan á summum økjum hevur broytt kós í mun til undanfarnu árini, og á øðrum økjum ikki.
At tónleikatiltøkini eru fækkað í tali í mun til í fjør og fyrrárið, at myndlist hevur fingið størri pláss, at stevnan er í størri mun enn fyrr er savnað í Havn, og at setanin í gjár var einans fyri innboðin eru nakrar av sjónligu broytingunum.
Hinvegin er tað, sum nógv hava hildið átti at verið broytt, nevniliga atgongumerkjaprísurin, hinvegin óbroyttur.
Hálv høll
Sum onnur ár eru atgongumerkini til Listastevnuna eisini í ár til keyps fyri prísir, sum kunnu tykjast rættiliga høgir.
Brandur Øssursson, sum seinastu tjúgu árini hevur staðið á odda fyri Jazzfestivalinum, heldur sjálvur, at tiltøkini eru nakað dýr at fara til.
- At áseta ein prís fyri eina konsert er ein spurningur um filosofi. Í mínum oyrum ljóðar tað dýrt at taka yvir tveyhundrað krónur fyri ?vanligar? konsertir. Tá vit fyrireikaðu Jazzfestivalin var tankagongdin altíð tann, at tónleikurin skuldi út til fólkið, og øll fólk hava altso ikki ráð at lata 200 krónur hvør fyri at fara til konsert. Tí má man avgera við sær sjálvum, um man heldur vil taka 200 krónur og spæla fyri hálvari høll ella man vil taka 100 krónur og spæla fyri fullari høll, sigur Brandur Øssursson.
Ikki ov dýrt og tó
Ein annar minst líka royndur fyriskipari av tónleikastevnum, Kristian Blak, hevur ilt við at kalla 225 krónur fyri atgongumerki til dømis Aldubáruna fyri ov nógv.
- Í mun til hvat Aldubáran er, so meini eg ikki at 225 krónur fyri eitt atgongumerki til teirra konsert er ov nógv. Men vit vita sum er at hóast Havnin telur 15.000 fólk, so er tað ein bólkur av færri enn túsund fólkum, sum ganga aftur til allar konsertirnar. Og fyri hesi er tað nógv at skula gjalda yvir 200 krónur fleiri ferðir innan tvær vikur. Tí haldi eg at tað átti at borið til at keypt eitt samlað atgongumerki til alla Listastevnuna, sum gjørdi tað møguligt hjá øllum at fari til fleiri tiltøk, sigur Kristian Blak
Brúk fyri øðrum stevnum
Teir báðir royndu fyrireikararnir eru á einum máli um at tað ikki er til nakran skaða, at talið á tónleikatiltøkum á ársins Listastevnu er minni enn undanfarin ár.
- Tað er skilligt, at Listastevnan ikki hevur so nógv tónleikatiltøk. Hon byrjar jú beint eftir fleiri tónleikafestivalar hava verið í Føroyum ígjøgnum summarið. Um ein sjónleikastavna lá beint frammanundan, so vænti eg eisini, at tað hevði avmarkað plássið hjá sjónleiki á Listastevnuni, sigur Brandur Øssursson.
Kristian Blak er heldur ikki skuffaður av, at tónleikurin fær minni pláss á Listastevnuni í ár í mun til undanfarnu árini.
- Listastevnan hevur sítt virði sum ein stevna fyri fleiri ymiskar listagreinir. Men hon kann ongantíð samstundis nøkta tørvin á tónleikastevnum. Tað, sum er, er gott, men tað er ikki nokk. Tann tónleikurin, sum er á Listastevnuni í ár, er dygdargóður, men umboðar bara ein pinkulítlan part av tí, sum tónleikastevnurnar kunnu bjóða, sigur Kristian Blak.
Ikki nakar avloysari
Listastevnan byrjaði annars sum ein ætlað samanrenning av teimum ymsu tónleikafestivalunum í Føroyum. Á tíðindafundi hálvt ár undan fyrstu Listastevnuni í 2001 varð borið fram, at stevnan skuldi loysa Jazzfestivalin og Summartónar av.
- Vit vóru ov naiv tá at trúgva, at alt kundi sameinast, og tað funnu vit útav beinanvegin eftir fyrstu Listastevnuna. Men tað er eingin trupulleiki, tí tað ber væl til at lata Listastevnuna og tónleikafestivalar sameksistera. Tað er gott pláss fyri bæði Jazzfestivalinum, Summartónum og G! Festivalinum afturat Listastevnuni.
Tekur frá hinum
Men eitt er at tónlistarliga er pláss fyri fleiri festivalum. Peningaliga vísir tað seg at standa verri til.
Góðar tríggjar milliónir krónur hevur Listastevnan at ráða yvir hvørt ár. Teir pengarnir skulu koma onkrastaðni frá, og tað eru stórt sæð frá somu keldum, sum onnur listarlig tiltøk skulu fáa pening til sítt virksemið.
- Tá Listastevnan byrjaði, varð sagt, at hon skuldi koma afturat tí, sum longu var, men tað hevur víst seg ikki at vera soleiðis í veruleikanum. Síðan Listastevnan er komin er tað vorðið nógv verri at fáa pening til vega til eitt nú Summartónar og Jazzfestivalin, sigur Kristian Blak.
Tí er tað vorðið nógv tyngri at skipa fyri øðrum listarligum tiltøkum restina av árinum, og tað er spell, heldur Kristian Blak.
- Tað er galdandi fyri alt listarligt arbeiði, at tað nyttar lítið at brenna alt fýrverkið av nýggjársaftan og so ikki eiga so mikið sum eina rakett til restina av árinum. Tað má man ansa eftir, tí um vit koma hartil at vit bara hava mentunartilboð tvær vikur um summarið og einki restina av árinum, so gerast vit mentunarliga fátækari enn nakrantíð, sigur Kristian Blak.