Í dag er ?Tryggari Internetdagur? og hann verður eisini hildin í Føroyum Endamálið við degnum er á ymiskan hátt at varpa ljós á tryggari internetnýtslu við serligum denti á internetnýtsluna hjá børnum og ungum.
Í hesum sambandið er Dátueftirlitið á Torginum í SMS í allan dag frá klokkan 10-17 við ymiskum tiltøkum og góðum ráðum
Í sambandi við dagin er ein sangur gjørdur um at ferðast tryggari á internetinum. Tað er sangurin, ?Mitt í verðini? og klokkan 15.30 og klokkan 16.30 fer Meyla at syngja sangin í SMS.
Tað eru eisini nógvir vinningar at vinna og klokkan 17 fer landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, at draga.