Jón Tyril gleðir seg til leygarkvøldið á G!
Portal.fo hitti høvuðsfyrireikaran av festivalinum á spæliplássinum, tá hann hevði tikið sær eina fríløtu saman við familjuni, og hann hevur góða vónir um kvøldið í kvøld.
- Veðrið í dag er so heilt framúr, og tað fær heilt vist ávirkan á, hvussu nógv fólk koma í kvøld, sigur Jón Tyril.
Hann vísir á, at skráin, eftir hansara tykki, eisini gevur øllum eitt sindur, og eisini tað leggur upp til, at nógv fólk koma á festival í kvøld.
- Skráin í kvøld er rættiliga áhugaverd, haldi eg sjálvur. Vit byrja við stóru sangløtuni á sandinum, og beint eftir fer Ásgeir Trausti á pallin á spæliplássinum. Tá hann er liðugur fer Nephew á pall á sandinum og tá teir eru lidnir er tað Laid Back í grundini. So tað hendir nakað í kvøld, og eisini tí eri eg rímiliga vísur í, at vit fara at hava nógv fólk í dag, sigur Jón Tyril.
Í dag lat festivalurin dyrnar upp fyri øllum fýra teir fyrstu tímarnar seinnapartin. Er tað tí, at ov fá atgongumerkir eru seld?
- Nei, tað er ikki orsøkin. Vit hava selt minni í forsølu í ár enn í fjør, men vit hava selt nógv meira við dyrnar enn vit gjørdu í fjør. Hetta við at lata dyrnar upp seinnapartin er fyri at royna nakað nýtt, og tað sær út til at rigga væl, sigur Jón Tyril.
Enn hevur hann tó eingi tøl fyri, hvussu nógv atgongumerkir eru seld. Tað er ov tíðliga, so tann partin venda vit aftur til seinni.