Gásadalur fær eisini gøtunøvn

Um stutta tíð verður ikki longur neyðugt at siga húsini hjá Karli, Dávuri ella Dagny í Gásadali. Nú skulu bæði Gásadalur og Mykines hava gøtunøvn og gøtunummar.

Hetta er eitt av málunum, sum Matrikulstovan hevur sett sær fyri. Og hesi áheitan ætlar Sørvágs kommuna sær eisini at fylgja.
Á seinasta fundi sínum samtykti bygdaráðið tí at seta niður tvær nevndir at taka málið upp við setan av gøtunøvnum fyri tær báðar vestastu bygdirnar í kommununi.
Í nevndina, sum skal fyrireika hetta í Mykinesi vórðu valdir: Steingrím Abrahamsen sum er formaður, og Oskar Joensen og Jákup í Løðu.
Nevndin fyri Gásadal er mannað við hesum monnum: Gutta Petersen sum er formaður, og Dávur Joensen og Solberg Henriksen.
Um stutta tíð fáa hesar báðar lítlu bygdirnar eisini gøtunøvn.