Góðsku tónleikur á Asfalt

Høg góðska tykist at vera tað, ið tey trý nøvnini, ið Asfalt avdúkar hava til felags. All That Rain, Tarira og The Story Ends eru tríggir sera ymiskir tónleikabólkar, ið á hvør sín hátt borga fyri høgari góðsku

Asfalt
 
Risatónleikatiltakið Asfalt avdúkar í hesum døgum trý tónleikanøvn afturat, ið eru við til at gera hetta til eitt tað mest fjøllbroytta tónleikatiltak í Føroyum nakrantíð. Popprokkur, progressivur rokkur og kórsangur í heimsflokki verður at hoyra, tá All That Rain, The Story Ends og Tarira fara at framføra.
Tarira er kanska besta kórið í Føroyum, All That Rain er ein framúrskarandi popprokkbólkur og The Story Ends eru eitt tað mest spennandi nýggja navnið á føroyska rokkpallinum.
 
Regn í Tórsgøtu
All That Rain hava síðan fyrsta dagin verið millum bestu dansibólkar í Føroyum. Bólkurin byggir á herðarnar hjá stóra 90ára bólkinum Kjølar. Teir tríggir Kjølarnir Jens Marni, Jens Tummas og Henning stovnaðu All That Rain. Síðan Jens Marni fór úr bólkinum og gjørdist Showmaður hava skiftandi oddamenn myndað bólkin, umframt at gittarleikararnir hava verið fleiri. Seinasta hálvt annað árið hevur ein av sterkastu føroysku oddamonnunum tangzið <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;R?kur Jakobsen&quot;$?$end$!$Rókur Jakobsen</st1:PersonName$?$end$!$ staðið á odda. Við honum flutti All That Rain seg frá at vera ein fantastiska góður dansibólkur til ein veruligan góðsku konsertbólk. Lagaskriving fekk nýtt lív, og heildarmyndin broyttist. Í Prix Føroyar hálvfinaluni á Tvøroyri í fjør, gjørdist All That Rain ein tann jaligasta upplivingin.Seinastu mánaðarnar hevur fyrrverandi Mark No Limits gittarleikarin Jóhan Ziskason spælt í All That Rain. Við hesum eru tríggir av sterkastu melidiøsu poppbólkunum úr seinhálvfemsunum: Kjølar, Tangz og Mark no Limits runnir saman.<BR> 
Inniligur kórsangur
Inniligt og andaligt eru bestu orðini at lýsa Tariru. Hetta er føði fyri sálina av tí góða slagnum. Tá kór hjá Sunleifi Rasmussen syngja, veitst tú, at tú kanst vænta høga góðsku, men eisini okkurt forkunnugt, og ofta avbjóðandi kórsang. Tarira er eitt kór við ótrúliga dugnaligum sangarum. Sangarar sum eru kendir úr føroyska kórheiminum, og sum saman borga fyri framførslum í serflokki. Kórið hevur altíð eina spennandi sangskrá, við verkum hjá kórleiðaranum, øðrum føroyskum tónasmiðjum, útlendsk verk. Her er talan um bæði nýggj og gomul.
Tarira hevur sungið nógv seinastu árini bæði heima og úti. Herfyri hevur kórið fingist við renesansutónleik, við hesum tónleiki var kórið m.a. í Íslandi á sangferð. Tað verður spennandi at hoyra, hvat kórið fer at borðreiða við á Asfalt. Men eingin ivi er um, at hetta verður av høgari góðsku.
 
The Story Ends
The Story Ends er ein progressivur rokkbólkur sum ongantíð skuffar áhoyrararnar.
Í vetur luttók The Story Ends í GBOB kappingini, og har stóð bólkurin seg sera væl. The Story Ends spældi seg í tjóðarfinaluna og vann nógv hjørtu á vegnum.
Bólkurin er tiltikin fyri at flippa totalt út á pallinum. Sostatt fær áhoyrarin bæði nakað til eygu og oyru. Løgini hjá The Story Ends eru rættiliga skeiv men tó løtt at fanga. Um tú vilt hava ein forsmakk uppá teirra tónleik, so kanst tú klikkja teg á teirra profil á www.myspace.com/storyends. Her kanst tú umframt at lurta eftir tónleiki síggja myndir av gørpunum í The Story Ends. Har eru fýra løg, sum tú kanst taka niður, og av teimum er tað kanska serliga The Ballad Of A Fourheaded Monster sum skarar framúr.