##med2##
Fyrri gestur í sendingini "Hondbóltspanelið" á FM1 seinnapartin var Ágúst Jóhansson, ið er landsliðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti.
Saman við vertinum, Sjúrði H. Hoydal tók Ágúst samanum avrikið niðri í Pólandi, har Føroyar taptu 16-28 (8-12) í EM-undankappingardysti, ið var spældur farna mikukvøld. Ágúst er nøgdur við verjupartin, men ásannar, at tað vóru manglar í tí offensiva spælinum.
Sjúrður og Ágúst litu eisini frameftir til stóru uppgávuna í høllini á Hálsi í Havn, sunnudagin klokkan 17 tá føroysku hondbóltskvinnurnar skulu takast við Rumenia, ið eisini er eitt sera sterkt lið.
Ágúst vónar, at hann kann komandi árini verða við til at fáa ment føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Rumenia í høllini á Hálsi í Havn klokkan 17 sunnudagin.