Gøtu Kommuna bjóðar gistingarumstøður á G! MINI

Á heimasíðuni hjá G! stendur í dag at lesa, at Gøtu Kommuna bjóðar góðar gistingarmøguleikar til tey, sum hava húsvogn ella bát á G! MINI og á Víkingadøgunum.
Húsvognar kunna parkera á Oyruni í Norðragøtu, og verða áhugað biðin at boða frá við at seta seg í samband við telefon 771015 í góðari tíð.

Eisini bjóðar kommunan bátum at leggja seg í bátahylin í Norðragøtu. Her verður rátt til at seta seg í samband við 771002 í góðari tíð.

Kaffi, brúsa og WC eru í Torvaldskaffi á kajøkinum í Norðragøtu tætt við bátahylin og Oyruna. Torvaldskaffi hevur tlf. 223508

Av tí at eingin alment góðkend tjalding er fyriskipað í ár boðar Gøtu Kommuna samstundis frá, at fólk sum vilja tjalda, SKULU avtala hetta við eigaran av bønum frammanundan.

Les meira um G! MINI og Víkingadagar á www.gfestival.fo, www.vikingur.fo og www.gota.fo