Góðu vinir í fakfelagssamstarvum….

samanumtikið meta vit í Miðflokkinum, at fakfeløg og flokkurin taka lut í einum felagsstríði, sum hevur trygd og trivnað føringsins sum fremsta mál.

Seinastu árini eru Føroyar, eftir meting Miðfloksins, stýrdar eftir meginreglum, sum tíverri ikki hava havt trivnað allra fyri eyga. Dømini eru ótald, sum stuðla undir hesar hugsanir, heilt frá óneyðuga skattalættanum, ið varð framdur í óðum verkum, til mongu harmiligu álopini, sum miðvíst eru framd móti veikastu samfelagsborgarunum okkara.

Øll tey, sum hava havt stundir og áhuga at fylgja við í politiska orðaskiftinum, kunnu ikki annað enn hava lagt merki til miðvísu royndir Miðfloksins aftur og aftur at gera vart við eina av meginreglunum undir politiska arbeiðinum, at tryggja trygd og trivnað teirra veikastu, teirra á sonevndu niðastu rókum samfelagsins. Í tí málinum sá flokkurin seg noyddan til, fyri at vísa ónøgd okkara við førda politikkin á almannøkinum, at seta fram mísálit á landsstýriskvinnuna á økinum. Eitt misálit, sum tíverri ikki vann frama.

Viðvíkjandi lønarsamráðingum, í privata ella almenna geiranum, er hugsan Miðfloksins púra greið og óbroytt, at talan er um mál millum fakfeløgini og arbeiðsgevaran, og at politiska valdið á ongan hátt má blanda seg í hesi viðurskifti.

Annars eru vit í Miðflokkinum púra samd við fakfeløgunum í harmi tykkara um, at teir flokkar, sum søguliga vardu limir tykkara og í skjaldramerki sínum enn siga seg standa fakfeløgunum nær, ferð eftir ferð svíkja tað álit, tit vísa teimum.


Vegna Miðflokkin,


Bill Justinussen
Karsten Hansen
Jenis av Rana