Góður dagur á virðisbrævamarknaðunum

Um alt Evropa er virðið á teimum flestu partabrøvunum hækkað munandi í dag Dagurin í dag hevur verið sera góður á teimum evropeisku virðisbrævamarknaðunum. Á summum marknaðum var hækkkingin oman fyri 9 prosent, og sambært serkønum eru tað vónirnar um rentulækking, sum hava givið íleggjarum hug at keypa aftur.

Á marknaðinum í Keypmannahavn hækkaði C20-vísitalið 8,5 prosent, sum er tað næstmesta á marknaðinum har nakrantíð.

Bretska FTSE 100-vísitalið hækkaði 8,05 prosent, og á marknaðinum í París var hækkingin 9,23 prosent. Gongdin var tann sama í Apania og Italia við hækkingum upp á ávikavist 9,4 og 9,9 prosentum.

Í Týsklandi gekk ikki so væl, tí har fall DAX-vísitalið 0,45 prosent, skrivar AFP.