Góður streymur - men óstøðugt veður

Í løtuni eru bara trý línuskip til fiskiskap undir Føroyum, og tey fiska øll á djúpum vatni eftir brosmu og longu.

Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, vóru bert trý línuskip til fiskiskap. Øll fiska tey á djúpum vatni eftir brosmu og longu.

 

- Vit vænta, at tvey av hesum skipum koma inn at landa síðst í vikuni sum kemur, og tað triðja skipið kemur helst ikki inn at landa fyrr enn í aðru viku.

 

Sum skilst, liggja restin av línuskipunum og bíða eftir betri veðri, nú líkindini hava verið so ivingarsom seinastu dagarnar.

 

- Streymurin er góður, men veðrið verður skiftandi. Tí verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðri teir næstu dagarnar. Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er framvegis smáligur, verður lagt aftrat.