Útróðrarbátarnir, sum avreiða á Sandi, hava havt góðan fiskiskap seinastu tíðina. Hetta er háveturstíð, so dagarnir eru skiftandi til veður. Men tá ið roynandi er, liggur væl fyri.
Á Sandi siga tey, at nógvur fiskur hevur verið at fingið við línu og teir, sum royna við snellu, hava eisini gjørt góðar dagar.
- Ein útróðrarbátur úr Havn avreiddi á Sandi tríggjar ferðir í síðstu viku. Hettavóru tríggir ógvuliga góðir útróðrardagar, ávikavist 12.000, 9.000 og 6.000 pund. Teir settu 20 stampar hvørja ferð.
Aðrir bátar hava eisini fingið væl við línu. Teir, sum royna við snellu, hava ligið uppí 1800 pund, og tá er vanliga bara ein maður á hvørjum báti.Á Sandi siga tey, at meginparturin av veiðini hjá útróðrarbátunum er gráur fiskur, men royna teir longur úti á, fæst eisini nakað av góðari hýsu á línu.
Kolumbus og Nornagestur
Partrolararnir, Kolumbus og Nornagestur, seldu ætlandi um uppboðssøluna í gjár. Sandoy Seafood plagar at keypa veiðina hjá teimum, men tá ið vit frættu av Sandi týsmorgunin, var lastin ikki seld. So, ikki var heilt vist, hvar skipini leggja veiðina upp hesaferð.
Mánadagin høvdu Kolumbus og Nornagestur umleið 200.000 pund inni, meginparturin upsi.
Tey vóru til arbeiðis á Sandoy Seafood mánadagin og týsdagin, og væntandi verður arbeitt alla hesa vikuna.
Sum skilst, hevur felagið keypt væl av hýsu á uppboðssølu seinastu tíðina. Hýsan verður skorin til flak í Skopun.
Av útróðrarfiskinum verður toskur 5 skorin í Skopun. Restin verður flakt og saltað á virkinum á Sandi.