Í síðstu viku var av besta summarveðri nógvastaðni í Russlandi. Nógv fólk brúktu góðveðrið til at leypa út í áir og vøtn, men 285 teirra komu ikki livandi upp á land aftur. Tað eydnaðist bjargingarbátum og øðrum hjálparfólki at bjarga 109 øðrum.
Russisku myndugleikarnir siga, at í fjør druknaðu 2.733 russar í áum og vøtnum, og kanningar vístu, at næstan 2.000 teirra høvdu drukkið alr ov nógv av rúsdrekka, áðrenn tey fóru útí.
Myndugleikarnir vita ikki, hvussu nógv av teimum, sum druknaðu í síðstu viku, vóru ávirkað av rússdrekka.